Tað er stórur spenningur í Betrideildini hjá kvinnum, nú farið verður undir endaspælið, har liðini eru býtt í tveir bólkar.
Í ovara bólkinum eru Víkingur, KÍ, NSÍ og HB, meðan liðini í niðara bólkinum eru B36, TB/FCS/Royn, FC Hoyvík og Skála.
Undan fyrsta umfari er rættuliga tætt í ovara bólkinum. Víkingur er fremst við 35 stigum, KÍ hevur 34 stig, og á triða plássi er NSÍ við 33 stigum. Nummar 4 er HB við 26 stigum.
Endaspælið byrjar á Djúpumýru
Fyrsti dysturin í endaspælinum verður á Djúpumýru í Klaksvík leygardagin klokkan 14:00, tá KÍ fær vitjan av NSÍ. Sunnudagin klokkan 15:00 spæla Víkingur og HB í Sarpugerði í Norðragøtu.
Í niðara bólkinum er B36 á odda við 13 stigum. Nummar 2 er Skála við 8 stigum, og síðani koma TB/FCS/Royn og FC Hoyvík við ávikavist 7 og 5 stigum.
Leygardagin 31. august
Kl. 14:00 KÍ – NSÍ
Sunnudagin 1. sept.
Kl. 13:30 B36 – TB/FCS/Royn
Kl. 14:00 FC Hoyvík – Skála
Kl. 15:00 Víkingur – HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald