Annað

Endaspælið í NFL byrjar í kvøld

12 lið eru nú eftir í stríðnum um at vinna Super Bowl.

Andrew Luck og Colts eru aftur í Playoffs og skulu royna at vinna á J.J. Watt og Texans í Houston í kvøld
(Mynd: EPA)

Andrew Luck og Colts eru aftur í Playoffs og skulu royna at vinna á J.J. Watt og Texans í Houston í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-05 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta vikuskifti var grundspælið av, eftir at øll liðini høvdu spælt 16 dystir. Nú eru 12 útav teimum 32 liðunum í NFL til reiðar at spæla í "Playoffs". Átta av hesum liðunum skulu í eldin hetta vikuskiftið.

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjari deild sita yvir í fyrsta umfarið í endaspælinum. Hesi fýra, tvey úr AFC og eitt úr NFC, hava heimavøll komandi vikuskifti, tá fjórðingsfinalurnar (Divisional Round) verða leiktar. Tað eru fýra onnur pláss uppá spæl í fjórðingsfinalunum.

Í kvøld er tað "Wild Card-rundan", ið fer í gongd. Ein dystur er í kvøld, ein í nátt og tveir í morgin: 

21.35 Houston Texans - Indianapolis Colts (AFC)
01.15 Dallas Cowboys - Seattle Seahawks (NFC)

Í morgin: 
18.05 Baltimore Ravens - Los Angeles Chargers (AFC)
21.40 Chicago Bears - Philadelphia Eagles (NFC)

Bæði dysturin í kvøld og í nátt verða leiktir í Texas. Í báðum førum er heimaliðið lítil favorittur, og lagt er upp til spennandi og tættar dystir.

Í fyrsta dystinum er talan um tvey lið, ið hava vent sínum kappingarárið sera væl. Texans byrjaðu við at tapa sínar fyrstu tríggar dystir, meðan Colts taptu fimm útav sínum fyrstu seks. Liðini hava verjur, ið kunnu gera mun og quarterbackarnir, Deshaun Watson og Andrew Luck, eru sterkir og kunnu skapa nógv. Munurin kann gerast DeAndre Hopkins - receivarin er heilt stóra vápnið hjá Houston í álopinum. Liðini hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár og hava vunnið hvør sín dyst. 

Í Dallas eru Seahawks á vitjan. Liðið úr Seattle hevur verið ein støðugur avbjóðari seinastu árini, og við Pete Carroll sum venjara og Russell Wilson sum quarterback vann liðið Super Bowl í 2014. Hesir menninir eru har framvegis, men manningin er broytt nógv síðani. Seahawks hava víst styrki í ár, men eru uppi ímóti Cowboys, ið hava eina krútsterka verju og ein profil í álopinum við Ezekiel Elliott, ið kann renna eina verju tunna. Tað hevur ikki hilnast serliga væl hjá Cowboys síðani tey trý meistaraheitini í 90'árunum, men í kvøld kann eitt fet takast á røttu leiðina.

Tað er bert ein lítil mánaði til Super Bowl, og nú verður Playoff skotið í gongd. Allir dystirnir kunnu síggjast á TV3+ og á Viaplay. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder