Hjá HB hevur talan verið um nógv silvurheiðursmerki seinastu tíðina: Í steypafinaluni í 2016, 2017 og 2018 og í Betrideildini í fjør og í ár. KÍ og EBS/Skála hava staðið í vegin - í øllum førunum hevur tað verið sera tætt.
Nú skal tað verða, er helst tankin í HB nú, og um hugt verður eftir øllum kappingarárinum, so má HB metast at vera favorittur í kvøld. Greipuvinnararnir úr EBS/Skála vóru veikasta liðið í fremstu røð hjá kvinnum fyrsta partin av árinum, men hava fingið styrk og hava ment seg ígjøgnum árið. Í seinastu viku vann liðið og fekk javnleik í tveimum dystum móti føroyameistarunum, KÍ.
EBS/Skála hevur vunnið steypakappingina tvey tey seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið er eisini nógv, ið bendir á, at talan verður um tætta finalu. Tað hava allar kvinnufinalurnar verið seinastu fimm árini. HB hevur tapt fýra teirra - allar við einum málið - men liðið hevur dygdirnar til at koppa tað til sín fyrimuns. Spurningurin er so, um kodan verður knekkað í dag.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 16.30. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum og stroymir hann á heimasíðuni. Til ber at fylgja gongdini á heimasíðu okakra, og vit hava myndir frá dystinum og taka samanum aftaná.
Fótbóltur
Endurtøka í kvinnufinaluni
EBS/Skála hevur seinastu tvey árini vunnið tepurt á HB. Hesaferð er HB í favorittleiklutinum.
Frá steypafinaluni í fjør, har tað akkurat ikki rakk hjá HB móti EBS/Skála (Mynd: Sverri Egholm)
2019-09-21 13:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald