Hondbóltur

Enn ein føroyingur á veg til Bundesliguna

Sambært fleiri keldum hjá Portalinum fer Vilhelm Poulsen at gera sáttmála við Hannover-Burgdorf. Samband er millum partarnar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-03 18:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er áhugi fyri føroyskum spælarum úr týsku deildini - sterkastu hondbóltsdeildini í heiminum.

Jóhan á Plógv Hansen, ið umboðar danska landsliðið, hevur spælt í Bundesdeildini í fýra ár, og síðsta summar skiftu føroysku landsliðsstjørnurnar Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum til stórfeløgini THW Kiel og Fücshe Berlin.

Eftir EM-endaspælið í januar segðist áhugi vera fyri Vilhelmi Poulsen í Flensborg-Handewitt. Felagið fekk tó ikki avtalu í lag við Lemvig-Thybøron, men sáttmálin hjá Vilhelmi við donsku niðurflytararnar eru nú gingin út, og leiðin gongur sum skilst suður um markið.

Sambært góðum keldum hjá Portalinum fer Vilhelm Poulsen heilt skjótt at gera sáttmála við Hannover-Burgdorf.

Samband er millum partarnar aftur í dag - vit hava ikki endaliga fingið váttað, at alt er uppá pláss, men nógv bendir á, at enn ein føroyingur endar í Bundesliguni

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hannover-Burgdorf liggur í løtuni á 7. plássi í Bundesliguni. Óli Mittún og IK Sävehof sló liðið út úr European League fyrr í vár.

24-ára gamli sterki lámi høgri bakkurin hevur seinastu tvey árini spælt í bestu donsku deildini. Undan tí var hoyvíkingurin profilur í Íslandi og í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder