Í gjárkvøldið kunngjørdi AB, at miðvallarin Janus Svabo Samuelsen hevði skrivað undir sáttmála við felagið fyri 2020. Vágamaðurin er komin úr Skála, og seint í gjárkvøldið skrvaði AB at ein spanskur verjuleikari er komin til felagið.
Talan er um Pedro Tarancon Anton, ið fyllur 33 ár í vikuni, sum hevur spælt í Føroyum síðani 2016. Tá spældi hann í Betrideildini við B68, síðani hálvt ár í 1. deild, áðrenn hann fór til ÍF í seinnu hálvu í 2017. Har upplivdi Pedro enn eina niðurflyting, og síðani hevur hann spælt við B68 í 1. deild.
Sambært FaroeSoccer hevur verjuleikarin spælt 93 dystir í føroyskum fótbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald