KÍ hevur gjørt avtalu við Daniel Berg Hestad, um at hann skal vera partur av venjaratoyminum til næsta kappingarár.
Tað skrivar KÍ á heimasíðuni.
Fleiri munnu nokk kenna Daniel Berg Hestad, sum eins og høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, hevur gjørt um seg í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 516 dystir fyri Molde, og var í tveimum kappingarárum í SC Heerenveen. Eisini hevur hann umboða norska A-landsliðið 8 ferðir.
Síðani 2017 hevur Daniel Berg Hestad verið knýttur at venjaratoyminum í Molde, har hann hevur røkt uppgávuna sum U19 og venjari hjá reservunum.
Umframt at vera hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá KÍ, fer Daniel Berg Hestad at hava ábyrgdina av næstabesta liðnum og í talentmenningini í KÍ-akademinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald