Sveis royndi, og hevði meira at bjóða uppá enn Turkaland hevði fríggjakvøldið, men í Rom ræður Gli Azzuri. Roberto Mancini og lið hansara hava ikki tapt síðani september 2018, og hendan ósigraða gongdin kom ongantíð í vanda í kvøld. Italia byrjaði á ágangadi hátt, sveisar gjørdu nøkur mistøk í uppsspælinum, og eitt leiðslumál lá í luftuni.
Tað sá út til at koma í í 18. minutti, tá Georgio Chiellini beindi bóltin í málið í samband við hornaspark, men VAR stðfesti, at bólturin var komin í armin á roynda verjuleikaranum beint áðrenn. Framvegis 0-0 og fimm minuttir seinni noydist Chiellini at lata seg útskifta við skaða. Hetta nervaði tó ikki ikki liðfelagarnar, og serliga ikki tveir, ið til dagliga spæla saman.
Bólturin sprakk frammanfyri Manuel Locatelli í miðkringinum, hann hálvfluktaði hann út á høgra vong, har liðfelagin úr Sassulo, Domenico Berardi, tók væl ímóti og síðani setti ferð á. Hann kom framvið sveisiska bakkinum til baklinjuna og legði hart og flatt innfyri, har Locatelli var komin uppá pláss: 25 minuttir og 1-0. Tíðliga í 2. hálvleiki kom bólturin til Locatelli beint uttanfyri sveisiska brotsteigin, og 25-ára gamli fyrrverandi AC Milan- leikarin smekkaði bóltin niður í málhornið, og so byrjaði veistlan á áskoðaraplássunum av álvara.
Locatelli skorar til 2-0 og verður fagnaður (Myndir: EPA)
Herfrá var tað "cruise control" hjá Gli Azzuri. Sigurin kom ongantíð í vanda - hóast Donnarumma var noyddur at gera eina góða bjarging - heldur vóru italiumenn nær við at økja. Ciro Immobile brendi onkran stóran málmøguleika, men tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini bragdaði hjá Lazio-áleypararnum, tá Yann Sommer ikki fekk fatur á skotinum. Hann hevur vanliga heimavøll á Stadio Olimpico, og hevur nú tvey mál í tveimum EM-dystum.
Tað var eitt stórt pluss fyri Mancini og Italia at fáa eitt mál frá Immobile, ið hevði brent onkran stóran møguleika, móti endanum
Venjarin kundi aftur fegnast um, at Donnarumma og hinir hildu málið reint (Myndir: EPA)
Italia hevur tveir sigrar fyri tveir dystir. Báðir eru endaðir 3-0, og í báðum hava teir í azurbláum spælt væl og verið tryggir í verjustøðu. Sunnudagin kann liðið hjá Mancini tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum við at fáa stig í heimadystinum móti Wales. Sveis skal aftur til Baku at spæla lagnudyst móti Turkalandi.
EM 16.06
Bólkur A, 2. umfar
(Rom): Italia - Sveis 3-0 (1-0)
26' Manuel Locatelli 1-0
52' Manuel Locatelli 2-0
89' Ciro Immobile 3-0
(Baku): Wales - Turkland 2-0 (1-0)
42' Aaron Ramsey 1-0
95' Connor Roberts 2-0
Italia 6
Wales 4
Sveis 1
Turkaland 0
3. og seinasta umfar
Sunnudagin 20.06
(17.00)
Italia - Wales
Sveis - Turkaland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald