Annað

Enn ein sigur til Sarah Mahfoud

Eftir at hálvføroyski boksarin í gjárkvøldið vann á italsku Veronica Tosi, hevur hon nú vunnið 13 av 14 dystum sum yrkisboksari.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-27 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hálvføroyski boksarin Sarah Mahfoud vann í gjárkvøldið á italsku Veronica Tosi, ið eisini verður nevnd "slaktarin".

Hetta var í sambandi við Danish Fight Night í Royal Arena í Keypmannahvan. Dysturin vardi átta umfør.

33 ára gamla Sarah Mahfoud hevur nú vunnið 13 av 14 dystum sum yrkisboksari. Einasti ósigurin var í september í fjør. Hon tapti ímóti Amandu Serrano úr Puerto Rico í Manchester og misti tá eisini sítt heimsmeistaraheiti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder