Fyrr í vetur hevur EB/Streymur gjørt sáttmála við Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen úr NSÍ. Og nú er so triðji leikarin úr NSÍ komin til EB/Streym. Talan er um 23 ára gamla verjuleikaran Meinhard Geyti.
Hetta upplýsti EB/Streymur fyri jól.
Meinard hevur sambært FaroeSoccer spælt 37 dysti í Betrideildini við NSÍ, har hann hevur skotið eitt mál. Harafturat hevur hann spælt fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið og 96 dystir í 1. deild.
- Meinhard er ein sterkur verjuleikari, sum bæði kann spæla í miðverju og sum bakkur. Hann er góður defensivt 1 móti 1, arbeiðssamur og aggresivur.
Soleiðis sigur Sigfríður Clementsen um nýggja spælaran. Meinhard Geyti sigur sjálvur , at hann er spentur og til reiðar til nýggju avbjóðingina.
23-ára gamli verjuspæalrin úr Saltangará byrjaði inni sum høgri bakkur hjá NSÍ fleiri dystir í 2024. Hann kemur kanska serlgia sum avloysari hjá Bergi Poulsen, sum er farin til B36. Leirvíkingurin hevur verið fastur høgri bakkur hjá EB/Streymi seinastu tvey árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald