ÍF kunngjørdi gamlaárskvøld, at Bogi Reinert-Petersen vendir aftur til felagið. Áðrenn jól kom undirskriftin hjá Urosi Stojanov uppá pláss. Royndu profilarnir skulu harvið styrkja um ÍF-liðið, ið júst slapp undan niðurflyting í 2023.
Óvissa er framvegis um ídnu tvíburðanir úr Syðrugøtu, Elias og Hans Jákup Lervig, halda fram, men ein arbeiðssinnaður spælari úr Norðagøtu hevur nú skrivað undir við ÍF.
Talan er um 24-ára gamla Tonni Thomsen. Hann hevur spælt nógv á næstbesta liðnum í barndómsfelagnum Víkingi. Á summri 2019 gekk leiðin út á Toftir, og í 2020 var Tonni við til at fáa B68 upp í Betrideildina aftur.
Tonni Thomsen, sum fyrst og fremst er miðvallari, spældi eisini nógv í 2021 og í 2022, har B68 helt sær uppi. Í fyrru hálvu í fjør var hann aftur í barndómsfelagnum, áðrenn Tonni flutti til Avstralia í eitt hálvt ár, har hann millum nýtti tíðina at spæla, umframt at vera ungdómsvenjari, fyri eitt felag í lægri deildunum úr Melbourne-økinum.
Hetta eydnaðist væl, men nú er gøtumaðurin aftur í Føroyum. ÍF kunngjørdi í gjárkvøldið, at eitt-ára sáttmáli er undirskrivaður við Tonni Thomsen. Hann kann røkja fleiri pláss og hevur áður spælt fyri venjaran Aleksandar Jovevic, sum í tvey ár var hjálparvenjari hjá B68.
Sambært FaroeSoccer hevur Tonni Jóhannus Thomsen spælt 56 dystir í Betrideildini.
Georges Rouah saman við Tonni Thomsen eftir at sáttmálin er komin uppá pláss (Mynd: ÍF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald