Annað

Enn einaferð Jákup L. Baldvinsson

Um vikuskiftið var Haldor Holm Cup leikt í Klaksvík. Favoritturin og vinnarin undanfarnu árini fekk skarpan gang, men endaði við at vinna.

2019-10-07 18:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið var Haldor Holm Cup leikt í Klaksvík. Kappast hevur verið um hetta steyp síðan 1989.

Favorittirin Jákup L. Baldvinsson, sum er Føroya besti billard spælari fekk skarpan gang. Hallur Joensen, sum hevði tvey sera góð spøl fríggjakvøldið, bleiv tó ov stuttur tá ið saman um kom. Hann mátti taka til takkar við einum øðrum plássi.

Nummar trý bleiv Danial Pauli Joensen úr BFF, og nummar 4 og 5 blivu ávikavist Jens Kjartan Feilberg og Kristian Suni Høgnesen.

Leikararnir vóru sera væl nøgdir við umstøðurnar.

1. Jákup L Baldvinsson: 2670
2. Hallur Joensen: 2586
3. Danial Pauli Joensen: 1980
4. Jens Kjartan Feilberg: 1926
5. Kristian Suni Høgnesen: 1778

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder