Erling Braut Håland er ein málmaskina. Tað orðið hevði norski áleyparin á sær, áðrenn hann kom til Onglands, og hetta hevur Håland staðfest seinasta hálva árið.
Tíðliga í kappingarárinum skoraði hann trý mál í trimum Premier League-dystum á rað, og eftir ein "hattrikk-turk" á yvir tríggjar mánaðir gjørdi Håland tað aftur á Etihad í dag, tá Wolves vitjaði, og var tað yvir bert eitt korter av leiktíð.
Hann legði City á odda, tá fimm minuuttir restaðu í av fyrra hálvleiki, økti við brotssparki fimm minuttir eftir steðgin, og í 54. minutti staðfesti hann sítt hattrikk, tá áleyparin aftur var kaldur frammanfyri málinum eftir upplegg frá Mahrez.
Einki mál kom afturat í dystinum, og Manchester City er í løtuni tvey stig aftanfyri Arsenal, sum í løtuni spælit móti Manchester United.
Erling Håland er greiður toppskjútti í Premier League við 25 málum og hevur harvið longu fleiri mál enn toppskjúttarnir seinastu fýra kappingarárini. 22-ára gamli norðmaðurin hevur fýra hattrikk í 19 Premier League dystum higartil, og við hesum tølunum kann hann verða við at skjóta City til fleiri steyp, og er hann væl ávegis til at fáa fleiri met.
Premier League 21. umfar
Í dag, sunnudagin 22.01
Manchester City - Wolves 3-0
40' Erling Braut Håland 1-0
50' Erling Braut Håland (br.) 2-0
54' Erling Braut Håland 3-0
Leeds - Brentford 0-0
16.30: Arsenal - Manchester United
Støðan í oddinum undan dystinum á Emirates:
1. Arsenal 47 stig (18 dystir)
2. Manchester City 44 stig (20 dystir)
3. Manchester United 39 stig (19 dystir)
4. Newcastle 38 stig (19 dystir)
5. Tottenham 33 stig (20 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald