Teir allrflestu áskoðarnir standa enn uppi og larma og heiðra teirra hetjum í bláum, sum aftur avrikaðu heilt væl í . BK Häcken kom ikki til tað heilt stóra. Svenska liðið tytiskt betur skipað og at spæla við meira skerpni enn Ferencvárosi gjørdi, men í serliga 2. hálvleiki bjóðaði KÍ til dans.
Les meira um fyrra hálvleik her
Tá tjúgu minuttir vórðu spældir av 2. hálvleiki høvdu liðini havt hvør sín stóran møguleika. Síðani kom tann heilt stóri: KÍ vann bóltin, Árni Frederiksberg fann Claes Kronberg. Sendingin og renningin vóru perfekt, men skotið hjá roynda dananum var ikki gott, málverjin bjargaði, og Luc Kassi skeyt uppum uppá returbóltin.
Myndir: Sverri Egholm
Tað endaði aftur málleyst við Djúpumýrar. Aftur var talan um sterkt KÍ-avrik, møguleikin at koma longur er avgjørt har, men tað er kanska at irða seg um, at KÍ ikki hevur størri leiðslu við til Göteborg.
Champions League 2. umfar, fyrri dysturin
Mikudagin 26.07, við Djúpumýrar
KÍ - BK Häcken 0-0
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Hesir komu inn: Deni Pavlovic, Patrick Da Silva og Sivert Gussiås
Áskoðaratal: 1.324
Stuðulin til KÍ var ótrúliga góður í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald