Fjórði dystur í Nations League kappingini er í kvøld leiktur, og enn eru null stig á konto hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Liðið hevur spælt ímóti Aserbadjan og Montenegro á heimavølli, og nú eisini Kýpros á bæði heima- og útivølli. Talan hevur verið um tepur tap allar fýra dystirnar.
Føroysku kvinnurnar komu fínt frá byrjan í fyrra hálvleiki. Kýpros legði seg tó skjótt á dystin og eisini á odda 1-0, tá 33 minuttir vóru spældir, við máli frá Antri Violari.
Í seinna hálvleiki vóru tað tó føroysku kvinnurnar, ið domineraðu dystin. Tá 54 minuttir vóru spældir hevði føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen, ein gyltan møguleika at javna, men bólturin bleiv bjargaður á málstrikuni av einum kýpriotiskumkum verjuleikara.
Føroysku kvinnurnar komu til fleiri vandamiklar støður afturat, sum helst høvdu skula givið mál. Ein vælspælandi Kýpros málverji, og ov óneyvar føroyskar kvinnur, er tað, sum kostar føroysku kvinnunum enn ein ósigur í kvøld.
Seinastu dystirnir í Nations Leauge kappingini verða spældir á útivølli 1. og 5. desember ímóti Montenegro og Aserbadjan.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd : Sverri Egholm)
Nations League, Deild C - bólkur 3
4. umfar, í dag týsdagin 31.10
Føroyar - Kýpros 0-1 (0-1)
Støðan eftir trý umfør:
1. Aserbadjan 10 stig
2. Kýpros 7 stig
3. Montenegro 6 stig
4. Føroyar 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald