Fyrstu átta dystirnir í bólkaspælinum í Champions League vórðu leiktir í gjárkvøldið.
Champions League vinnararnir Liverpool fingu eina ringa byrjan uppá ársins Champions League, tá teir vitjaðu í Italia, har teir, eins og í fjør, máttu lúta fyri Napoli. Tá sá leingi út til at dysturin fór at enda 0-0, hóast tað vóru møguleikar í báðum endum. Men tá 80 minuttir vóru leiktir, feldi Andrew Robertson, Jose Callejon í brotsteignum og dómarin dømdi brotsspark, ið Dries Mertens skoraði uppá. Liverpool royndi at svara aftur, men í yvirtíðini staðfesti Fernando Llorente sigurin, tá hann skoraði til endaliga úrslitið 2-0.
Í London har Chelsea tók ímóti Valencia gjørdist talan um enn eitt enskt vónbrot. Valencia fór nevniliga avstað við øllum trimum stigunum - spanska liðið megnaði at vinna ein flottan 1-0 sigur. Einsamalla málið í dystinum skeyt Rodrigo, ið skoraði tvey mál móti Føroyum fyri stuttum, tá 74 minuttir vóru spældir. Chelsea kundi tó fingið ein javnleik, tá heimaliðið fekk brotsspark bert tríggjar minuttir fyri dystarlok, men Ross Barkley misnýtti brotssparkið.
Í Týsklandi spældu Dortmund og FC Barcelona málleysan javnleik. Eisini í hesum dystinum bleiv eitt brotsspark misnýtt. Tað var Marco Reus hjá Dortmund, ið ikki megnaði at skorað frá ellivu metra blettinum. Barcelona kunnu frøast um at fáa eitt stig í einum dysti, har Dortmund var tað betra liðið men ikki megnaði at fáa tað avgerandi málið, og ikki mist kundu katalanar eisini frøast um, at Lionel Messi aftur var at síggja á vøllinum fyri fyrstu ferð í ár.
Úrslitini í gjár vóru hesi:
Bólkur E
Napoli – Liverpool 2-0
Salzburg – Genk 6-2
Bólkur F
Inter – Slavia Prag 1-1
Dortmund – FC Barcelona 0-0
Bóklur G
Lyon – Zenit 1-1
Benfica – RB Leipzig 1-2
Bólkur H
Ajax – Lille 3-0
Chelsea – Valencia 0-1
Hesir dystirnir verða leiktir í kvøld:
17.55:
Club Brügge - Galatasaray (Bólkur A)
Olympiakos - Tottenham (Bólkur B)
20.00:
PSG - Real Madrid (Bólkur A)
Bayern München - Reyða Stjørna (Bólkur B)
Dinamo Zagreb - Atalanta (Bólkur C)
Shakhtar Donetsk - Manchester City (Bólkur C)
Atletico Madrid - Juventus (Bólkur D)
Bayer Leverkusen - Lokomotiv Moskva (Bólkur D)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald