Fyrr í vetur hevði Erik Ernesto Nielsen ábyrgdina við besta liðinum hjá Kolding IF, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark, eftir at høvuðsvenjarin var uppsagdur.
Nú hevur Erik, sum hevur verið í Kolding í góð tvey ár, fingið longt sáttmálan sum hjálparvenjari við Kolding IF. Tað upplýsti felagið á heimasíðu síni fríggjakvøldið.
-Eg eri ótrúliga fegin um, at hava fingið longt sáttmálan við Kolding IF, og serliga um tað áliti felagið vísur mær. Hetta er eitt felag við stórum ætlanum, sum tað er stuttligt at vera ein partur av sigur Erik við heimasíðuni.
Sáttmálin ímillum Erik og Kolding er galdandi til 2021
Erik Ernesto Nielsen hevur í Føroyum verið venjari hjá 1. deild í KÍ, og hjá kvinnunum hjá KÍ og EB/Streym/Skála, har hann vann greipuna í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald