Fyrr í summar longdi hann sáttmalan sum hjálparvenjari við Kolding IF - nú fær hann so møguleikan, at royna seg sum høvuðsvejnari í ein dyst.
Les meira: Erik Ernesto Nielsen longt sáttmálan við Kolding
Høvuðsvejnarin hjá Kolding, Anders Jensen, fekk fyrr í vikuni sekkin, hóast uppflytararnir liggja á einum fjórða plássið. Úrslitini hava tó ikki verið so góð seinastu dystirnar, og sum skilst er hetta ein av orsøkunum til, at hann ikki longur er í starvinum.
Erik Ernesto Nielsen hevur tikið sær av venjingunum, eftir at Anders Jensen bleiv uppsagdur, og nú skal hann standa á odda fyri liðinum tann síðsta dystin fyri vetrarsteðgin, ið verður ímóti Skive á útivølli í morgin. Erik sigur við Portalin, at hann hesa vikuna hevur roynt, at fáa liðið at spæla fótbólt á tann hátt, ið hann ynskir, at tað skal gera, og á tann hátt, ið er best til at vinna dystin í morgin.
Kolding IF er í løtuni í gongd við at finna nýggjan venjara, og fram til ein loysn er funnin verður tað Erik sum kemur, at standa á odda fyri liðinum. Hann hevur sáttmála til endan av 2019.
Erik Nielsen var í Føroyum í útvið tíggju ár, har hann er best kendur fyri at vinna greipuna við kvinnunum hjá EB/Streymi/Skála í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald