
Sosnowiec, Pólland (Portalurin): - Móti endanum av fyrra hálvleiki hugsaði eg, at "hetta vinna vit". Men so bleiv tað spennandi - serliga síðstu løtuna.
Lena Ziskason er ein av mongu familjulimunum, sum trúføst hevur fylgt hesum føroyska liðnum, sum í kvøld vann eina HM-fjórðingsfinalu.
Lena er sjálv klaksvíkingur men býr í Hoyvik, har sonurin Rókur Ziskason ger bart við H71. Hann hevur eisini týðandi leiklut á hesum U21-liðnum, og í kvøld skoraði Rókur seinasta málið.
- Hann blakar bóltin burtur stutt áðrenn, men tíbetur ger hann tað so gott aftur.
Ein ovurfegin Rókur Ziskason eftir seinasta bríksl í kvøld (Mynd: IHF/Kolektiff)
Mamman setur eisini orð á liðið sum heild, og leiklutin hjá áskoðarunum.
Sí samrøðu við Lenu Ziskason ovast
Sí eisini samrøðu við Rók sjálvan her: Rókur: - Eg fekk tíbetur rættað mistakið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald