Hondbóltur

Eru nú av álvara í gongd aftur saman

Virðismikil vika hjá føroyska manslandsliðnum, sum í mai skal royna at spæla seg til HM. Vitjan á Skúlanum á Trøðni og venjingar vóru á skránni í gjár, og liðið venur aftur í dag.

- Tey høvdu boðið monnunum út til ein aktivitetsdag. Talan gjørdist um ein serstakliga hugnaligan og festligan morgun saman við børnunum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

- Tey høvdu boðið monnunum út til ein aktivitetsdag. Talan gjørdist um ein serstakliga hugnaligan og festligan morgun saman við børnunum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-03-13 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tíðliga í mai, at teir veruliga skulu vísa seg fram og avrika. Tí er hendan vikan so virðismikil og umráðandi fyri føroyska manslandsliðið, sum millum annað brúkar hesar dagarnar sum fyrireiking til at spæla móti Norðurmakedónia.

Dystirnir verða spældir í Høllini á Hálsi mikudagin 8. mai - útselt er til dystin - og í Skopje sunnudagin 12. mai.

Allarflestu føroyingarnir eru komnir úr útlondum, har teir til dagliga spæla. Hópurin savnaðist í gjár, og byrjað var fyrrapartin, tá føroysku landsliðsspælararnir vitjaðu í Skúlanum á Trøðni

- Tey høvdu boðið monnunum út til ein aktivitetsdag. Talan gjørdist um ein serstakliga hugnaligan og festligan morgun saman við børnunum, sum telvaðu, spældu borð- og bóltspøl, bakaðu og annað saman við landsliðinum. 

Hetta skrivar Facebook-síðan hjá Hondbóltssambandi Føroya, har fleiri myndir frá vitjanini eisini kunnu síggjast.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu telva seg til sigurs seinni í ár og venja nú trekk - her roynir ein ungur skúladrongur seg móti spælskiparanum hjá Kiel (Mynd: HSF) 

[object Object]
Systkinabørnini Óli Mittún og Rói Ellefsen á Skipagøtu spæla báðir í Svøríki - tó í hvør sínum felagið. Hesa vikuna venja teir aftur saman (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Síðani var ein styrkisvenjing í Burn og ein hondbóltsvenjing á Hálsi í gjárkvøldið. Liðið venur eisini í løtuni, og seinni í dag er venjing aftur á Argjum.

Alt liðið er savnað í morgin og fríggjadagin eisini. Tað endar við innanhýsis venjingardysti í Høllini á Hálsi klokkan 16.30 fríggjadagin.

Føroyski hópurin til venjingarleguna:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) - Verjuspælari
Julian Kragesteen, Køge Hondbold (DEN) - Verjuspælari

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Bárður Dam, KÍF

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Sí eisini: Manslandsliðið savnast nú í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder