Næsta vika er landsliðsvika hjá monnum. Nøkur lond skulu spæla OL-undandystir, summi spæla venjingardystir og onnur í 2. umfari í HM-undankappingini.
Sum eitt av liðunum, ið vóru til EM-endspælið í januar, eru Føroyar beinleiðis víðari til play-off umfarið júst í HM-undankappingini. Har skulu okkara spæla móti Norðurmakedónia um pláss í HM-endaspælinum. Heimadysturin verður spældur á Hálsi mikudagin 8. mai fyri fullari høll, og útidysturin verður í Skopje sunnudagin 12. mai. Samanlagdi vinnarin skal til HM í januar.
Næsta vika - vika 11 - er umráðandi liður í fyrireikingunum. Í síðsta lagi mánadagin koma allir landsliðsspælarar til Føroyar at venja saman. Landsliðið hevur hvønn dag venjingar saman, umframt at menninir vitja ymsastaðni. Summar dagar er annars talan um tvær venjingar, og tær flestu eru á Høllini á Hálsi.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og tjúgu aðrir útisetar koma heim at venja saman (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Ein innanhýsis venjingardystur verður eisini fríggjadagin 15. mars í Høllini á Hálsi, og tað er hetta, sum hendan venjingarlegan endar við.
Umframt viriðsmikla tíð til fyrireikingar til dystirnar móti Norðurmakedóna og at flyta seg sum lið, so kunnu Peter Bredsdorff-Larsen, Julian Johansen og Tom Jensen síggja ymiskar nýggjar mans.
Teir somu 19 menninir, sum vóru á dómaraseðlum til EM í Berlin, eru við. Av hesum fær Tróndur Mikkelsen ikki vant so nógv við orsakað av knætrupulleikum, men tað er umráðandi at hava hann við til fyrireikingar. Bjarni í Selvindi er liðfelagið og "bakkfelagið" hjá Tróndi í Kristiasand. Skálamaðurin ger veruliga um seg nú. Hann og Janus Dam Djurhuus úr FIF vandu við allan vegin upp til EM, og eru teir eisini við nú. Tórður Guttesen var eisini at síggja til venjingar í desember og januar, og Kyndla-maðurin er við sum tann triðji málverjin í næstu viku.
Tórður Guttesen til landsliðsvenjing (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tveir uppaftur meira óroyndir í A-landsliðshøpi vera við. Talan er um Julian Kragesteen og Bárður Dam.
Julian er havnarmaður og 24-ára gamal. Hann er upprunaliga Neistamaður, men hevur seinastu árini roynt seg í triðbestu týsku deildini og næstbestu norsku deildini. Nú spælir Julian við botnliðnum í næstbestu donsku deildini. Julian Kragesteen verjir sum 3'ari - miðverji - hjá Køge og er eisini partvíst úttikin sum verjuspælari. Ein annar, sum áður hevur røkt hesa uppgávuna á A-landsliðnum, er Brandur Halgirsson (Team Sydhavsøerne) sum framvegis er plágaður av skaða í mjødnini.
Ein 20-ára gamal kollfirðingur er við sum tann triðji á høgra vongs-plássinum. Bárður Dam hevur so líðandi ment seg í Burn-deildini og hjá KÍF. Sambært handballstatz.com hevur Bárður skorað samanlagt 66 mál í ár. Nú sleppur hann av álvara at royna seg millum teir bestu føroyingarnar.
Ungi og spennandi vongurin úr Kollafirði, Bárður Dam, í steypafinaluni í fjør. Hann, Julian Kragesteen og Janus Dam Djurhuus eru heilt óroyndir í A-landsliðshøpi - hava ongan dyst spælt (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Føroyski hópurin til venjingarleguna í næstu vikuna
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) - Verjuspælari
Julian Kragesteen, Køge Hondbold (DEN) - Verjuspælari
Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Bárður Dam, KÍF
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Samanalagt: 24 spælarar
Nógvir av hesum eru heilt væl fyri í løtuni, og eftir uppgávurnar í feløgunum um vikuskiftið skulu teir hugsavna um venjingar og fyrireikingar í landsins tænastu.
Sí eisini:
Allan skal spæla steypafinalu leygardagin
Hákun skoraði fimm mál í sigri
Óli Mittún greiður toppskjútti í evropeiskum sigri
Føroyingar kappast framvegis um uppflyting í Danmark
Sí eisini: Spennandi landsliðsmánaðir fyri framman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald