Hondbóltur

Føroyingar kappast framvegis um uppflyting í Danmark

Pauli Mittún skoraði seks mál í útisigri í gjár, og TSØ er enn við. HØJ spældi javnleik í oddadysti, har Pauli Jacobsen hevði avgerandi bjarging.

Pauli Mittún hevur spælt ógvuliga væl síðani EM-endaspælið, har tað hevur koyrt væl hjá Sydhavsøerne (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Mittún hevur spælt ógvuliga væl síðani EM-endaspælið, har tað hevur koyrt væl hjá Sydhavsøerne (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-04 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir týðandi dystir fyri føroyingafeløg í næstbestu donsku deildini vórðu spældir í gjár.

HC Midtjylland og HØJ lógu á ávíkavist 2. og 3. plássi undan inannhýs dystinum, og soleiðis er framvegis. HØJ var aftanfyri 12-10 í steðginum av trupla útidystinum men át seg inn - millum annað takkað verið einum máli frá Róa Berg Hansen.

Pauli Jacobsen stóð eisini væl í málinum og tryggjaði HØJ javnleikinum við bjarging í seinasta álopinum

- En flot og meget vigtig redning af Pauli Jacobsen i de sidste sekunder sikrede det ene point, som kan vise sig at være meget afgørende i den ekstremt tætte og spændende slutfase af grundspillet.

[object Object]
Pauli Jacobsen gjørdi serliga mun móti endanum av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis lýsir heimasíðian hjá HØJ bjargingina, sum tryggjaði týdningarmikla stigið. Trý umfør resta í. 2. og 3. plássið geva play-off dystir um uppflyting, meðan 1. plássið gevur beinleiðis uppflyting. HØJ hevur eitt stig upp til 1. plássið.

Team Sydhavsøerne vann í gjár sín 11. sigur í tólv dystum. Tað gekk ikki í dystinum móti HC Midjylland síðst í februar, og Tønder hevði vunnið seg inn aftur í dystin í gjár. Pauli Mittún og hinir gørdu tó bart seinastu løtuna og fingu sigurin við yvir til Sæland aftur.

Tað endaði 24-27, og Pauli Mittún, ið hevur havt stóran týdning í góðu gongdini, skjeyt seks mál. Umframt hetta hevði ungi hoyvíksbakkurin fleiri upplegg. TSØ hevur ein dyst færri enn fleiri av hinum liðunum - 26 umfør skulu spælast. Næsta uppá er Grindsted á heimavølli mikukvøldið.

[object Object]

Sí støðuna her eisini

1. Division, Danmark
23. umfar í grundspælinum - tað fjórðseinasta 

Í gjár, sunnudagin 03.03
13.00: HC Midtjylland - HØJ (Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen) 23-23
14.00: Tønder - Team Sydhavsøerne (Pauli Mittún - seks mál) 24-27

Leygardagin 02.03
Rækker Mølle - Aarhus HC 33-33  (Teis Horn Rasmussen 4 mál)

Grindsted - Køge Håndbold * 37-22 (Julian Kragesteen 2 mál)

* Er nú flutt niður

FIF - Skovbakken 25-20 
Leivur Mortensen 5 mál, Jónas Gunnarson Djurhuus 2 mál, Janus Dam Djurhuus 1 mál
Niklas Højgaard Hanusarson 1 mál

Sí eisini: FIF tryggjaði sær plássið í deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder