Fótbóltur

Hákun skoraði fimm mál í sigri

Fücshe Berlin skal spæla móti sveisiska Kadetten í play-off umfarinum í European League. Jóhan á Plógv Hansen var við til at vinna stórt á sínum gamla felagi, og Flensburg er í 1/4-finalunum.

Hákun West av Teigum kundi - eins og her - fegnast í Berlin. Fullan dyst, fimm mál og tvey stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum kundi - eins og her - fegnast í Berlin. Fullan dyst, fimm mál og tvey stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-06 07:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystirnir í gjárkvøldið er meginumfarið í European League av. Fýra lið - bólkavinnararnir - eru víðari, og síðst í mars og fyrst og apríl skulu átta lið spæla um hini fýra plássini.

Talan er um tey liðini, ið endaðu nummar tvey og trý í bólkunum. Tvey av teimum hava ungar føroyskar A-landsliðsspælarar. Í Svøríki var 18-ára gamli Óli Mittún stóri maðurin. Hann skoraði 11 mál, tá Sävehof vann seg upp á 2. plássið. 

Les meira: Óli Mittún greiður toppskjútti í evropeiskum sigri

Hákun West av Teigum spælir ikki so nógv í Bundesliguni, av tí at Hans Lindberg eisini er á plássinum. Hákun spælir tó meira ella minni fast í European League, og í gjár spældi 21-ára gamli hoyvíkingurin á høgra vongi allan dystin.

Fücshe var stórfavorittur móti Constanta. Rumenska liðið var tó á odda í steðginum í Berlin. Heimaliðið spardi eisini millum annað Mathias Gidsel, men Lasse Andersson vísti vegin og skoraði heili 15 mál. Hákun West av Teigum gjørdi eisini sítt í 35-31 sigrinum. Hann skoraði 5 mál og dekkaði eisini sum bakkur (tvey'ari) í løtum í 2. hálvleiki.

[object Object]

Fücshe Berlin fer inn til sína play-off uppgerð um fjórðingsfinalupláss sum greiður favorittur. Tann verður móti sveisiska Kadetten Schaffhausen. IK Sävehof vann greitt á teimum í innleiðandi bólkaspælinum - 26 mars og 2. apríl skulu Óli Mittún og liðfelagirnir spæla móti Hannover-Burgdorf, sum í løtuni er á 6. plássi í Bundesliguni: Ein spennandi avbjóðing.

Flensburg-Handewitt vann sín bólk við fullum stigatali. Í gjár vann týska stórfelagið við heili 19 málum í Danmark, har Jóhan á Plógv Hansen vitjaði sítt gamla felag, Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan skoraði uppá sítt einasta skot í dystinum. Tað verður greitt fyrst í apríl, hvønn Flensburg-Handewitt skal spæla ímóti í fjórðingsfinaluni.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen spældi í fleiri ár í Bjerringbro-Silkeborg - í apríl skal hann spæla fjórðingsfinalur í European League við Flensburg-Handewitt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder