Hondbóltur

Óli Mittún greiður toppskjútti í evropeiskum sigri

18-ára gamli hoyvíkingurin skoraði 11 mál móti Nexe og var harvið stórur partur av tí at tryggja Sävehof 2. plássi í EL-bólkinum. TSV Hannover-Burgdorf er á skránni í play-off umfarinum.

Óli Mittún var flúgvandi og hevði hann fleiri flott mál. 18-ára gamli maðurin við 78-talinum hevði fleiri gjøgnumbrot og langskot, umframt fríspælingar og nærdystir hann vann (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún var flúgvandi og hevði hann fleiri flott mál. 18-ára gamli maðurin við 78-talinum hevði fleiri gjøgnumbrot og langskot, umframt fríspælingar og nærdystir hann vann (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-05 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

IK Sävehof spældi í kvøld sín seinasta dyst í miðumfarinum í European League. Óli Mittún og liðfelagirnir tóku í kvøld ímóti RK Nexe, ið er eitt av oddaliðunum í Kroatia.

Nexe vann við einum máli, tá Sävehof vitjaði í Kroatia 13. februar. Tá gjørdist Óli toppskjútti, og tað 18-ára gamli hoyvíkingurin endurtók hetta í kvøld.

Sí hagtøl her

Munurin hesaferð var, at Óli skoraði uppaftur fleiri mál, og at IK Sävehof basti Nexe. Harvið fekk svenska liðið 2. plássið, ið kann gera stóran mun í stríðnum um fjórðingsfinalupláss.

Fyrri hálvleikur var javnur, men Sävehof skoraði tvey tey seinastu málini fyri steðgin og var á odda við tveimum málum áðrenn 2. hálvleik. 

Í 2. hálvleiki gjørdu kroatiska liðið fleiri mistøk í álopsspælinum - millum annað tá teir høvdu tómt mál - og tað revsaði Sävehof. Simon Möller stóð væl í málinum, og í álopinum gekk Óli Mittún á odda. 

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Nummar 78 hevði fleiri sterk gjøgnumbrot, trekti útvísingar, skapti yvirtal og so skoraði Óli flott mál. Hann skoraði eisini nógv mál: Samanlagt hevði Óli Mittún 11 mál uppá 15 skot, og varð hann harvið greiður toppskjútti í dystinum.

Hetta er ógvuliga flott av unga føroyinginum, sum avgjørdi i Skjern í síðstu viku. Óli ger harvið veruliga um seg. Í kvøld var skerpni ein stórur munur, og eisini tað at Nexe fekk 7 útvísingar, meðan heimaliðið onga fekk. Dygdirnir hjá Óla Mittún gjørdu eisini stóran mun.

Við sigrinum kom Sävehof frammum júst Nexe og tók 2. plássið í bólkinum. Skjern vann á Gorenje og vann harvið bólkin og fer beinleiðis til fjórðingsfinalurnar. 2'ararnir og 3'ararnir í teimum fýra bólkunum skulu spæla um fjórðingsfinalupláss. Tað at Óli og teir vunnu í kvøld, kann hava stóran týdning, tí allir trý'ararnir eru á pappírinum veikari enn 2'ararnir. 

Tað er nú greitt, at TSV Hannover-Burgdorf er á skránni í play-off umfarinum. Liðið liggur í løtuni á 6. plássi í Bundesliguni.

European League meginumfarið - 4. og seinasta umfar
Týsdagin 05.03
IK Sävehof - RK Nexe 34-28 (17-15)
Óli Mittún 11 mál (Toppskjútti og dagsins spælar)

Sävehof skal seinni í mánaðinum spæla play-off dystir móti einum 3'ara um pláss í EL-fjórðingsfinaluni.

Dagført: 19.47

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder