Næstseinasta umfar í meginumfarinum í European League - næststerkastu evropeisku kappingini hjá EHF - var á skránni í gjárkvøldið.
Stórur spenningur var í Skjern, har IK Sävehof vitjaði. Tað er ikki ofta, at svensk feløg vinna á donskum liðum, og serliga ikki á útivølli, men í gjár avgjørdi ein 18-ára gamal føroyingur fyri greitt sterkasta svenska liðið í løtuni.
Sävehof skuldi helst vinna dystin og byrjaði eisini ógvuliga væl. Tað var 16-18 í steðginum, men nakað í 2. hálvleik tók heimaliðið yvir. Álopið hjá Sävehof fekk trupulleikar, men innanfyri seinastu fimm minuttirnar vendi tað aftur - eftir at tað var minus trý, gjørdist tað 33-33. Simon Möller hevði umráðandi bjargingar í svenska málinum, og so kundu Óli Mittún og teir avgera tað.
Brotsspark varð dømt, tá fimm sekund vóru eftir, og yngsti maður á liðnum fekk bóltin í hendurnar. Óli var ísakaldur og setti bóltin til vinstru fyri málverjan. 33-34 og Skjern megnaði ikki av svara aftur.
Óli Mittún legði eisini upp til nógv mál í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevði annars gingið striltið við málskjótingini hjá Óla millum fyrstu løtuna og síða skotið. Føroyski landsliðsspælarin høgdi tveir bóltar í netið hjá Skjern tíðliga í dystinum, men síðani vórðu nøkur brend skot, og tað var meira uppleggsspælið, sum eydnaðist. Nummar 78 skoraði trý mál og legði upp til nógv mál í týðandi sigrinum hjá Sävehof.
Liðið er nú á 2. plássinum í bólkinum og kann tryggja sær tað í næstu viku, tá Nexe vitjar. 2. plássið gevur helst ein betri play-off dyst enn 3. plássið - tey liðini ið enda á hesum plássunum í bólkunum skulu spæla play-off dystir um fjórðingsfinalupláss.
Bólkurin hjá IK Sävehof (Mynd: eurohandball.com)
Hákun West av Teigum skoraði uppá trý av sínum fýra skotum móti Sporting CP (Mynd: Sverri Egholm)
Fýra bólkar eru, og vinnarin í hvørjum bólki fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Tað er nú endaliga greitt, at Fücshe Berlin ikki fer at vinna sín bólk.
Oddaliðiði í Bundesliguni fær minst 2. plássi í sínum bólki, men aðru vikuna á rað taptu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir fyri Sporting CP, og portugisiska liðið hevur nú spælt seg beinleiðis víðari sum eitt'ari. Heimaliðið skoraði nógv flott mál í gjár, Maritim Costa var aftur í hopla, Marciel í málinum gav aftur Fücshe høvuðbrýggj. Tað endaði 32-28 í Lissabon.
Hans Lindberg var inni og skeyt brotskøst, men Hákun West av Teigum spældi annars so at siga fulla tíð á høgra vongi. 21-ára gamli hoyvíkingurin kom til fýra skot og skoraði uppá trý av teimum.
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her - eingin støða hjá Hákuni er við (Youtube - EHF)
Flensburg Handewitt vann aftur stórt og stendur til at vinna sín bólk. Jóhan á Plógv Hansen varð spardur í gjárkvøldið.
Síðsta umfar í meginumfarinum í European League er á skránni næsta hóskvøld, 5. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald