Hondbóltur

Bjarni gjørdi bart

Skálamaðurin skoraði átta ferðir og varð harvið toppskjútti hjá Kristiansand, tá føroyingafelag í Noreg vann lyklasigur í niðurflytingastríðnum.

21-ára gamli Bjarni í Selvindi var lyklamaður í lykasigri hjá KRS - Helgi Hildarson Hoydal skoraði trý mál (Mynd: Sverri Egholm)

21-ára gamli Bjarni í Selvindi var lyklamaður í lykasigri hjá KRS - Helgi Hildarson Hoydal skoraði trý mál (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-01 11:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Rema 1000-deildini hjá monnum varð spældur í gjárkvøldið. Kristiansand er næstniðast og í vanda fyri at flyta niður til næstbestu deildina, men tvey týðandi stig komu í hús í Haslum - millum annað vegna ellivu "føroysk" mál.

Tað var serliga í seinna hálvleiki, at spælið gekk væl hjá KRS. Tá skutu teir á útiliðnum 22 mál og vunnu at enda ein tryggan sigur (26-35). Í stegðinum var støðan annars 14-13 til Haslum.

Tróndur Mikkelsen var ikki við vegna skaða í knænum, men so er gott at hava ein annan dugnaligan føroyskan bakspælara í hópinum. Bjarni í Selvindi gjørdi bart, og við átta málum var skálamaðurin toppskjútti hjá Kristiansand.

Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Bjarna í Noreg. Skaðar darvaðu fyrstu tíðina, men nú hevur 21-ára gamli skjúttin nú havt nakrar stórar dystir og samanlagt skorað 60 mál í Rema 1000-deildini.

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal til landsliðsvenjing. Tróndur Mikkelsen (t.h.) spælir ikki næsta mánaðin ella so vegna skaða í knænum (Mynd: Sverri Egholm)

Landliðsstrikuspælarin Helgi Hildarson Hoydal skoraði tríggjar ferðir fyri Kristiansand í 35-26 sigrinum í gjár. Liðskiparin og liðfelagirnir endaðu síðsta vikuskifti í 3. plássi í NM - steypakappingini. KRS var heilt nær við at koppa Elverum í hálvfinaluni og vann síðani bronsudystin.

Nú hevur liðið meira sjálvsálti, og sigurin á Haslum fekk KRS upp á 9 stig. Fýra stig eru niður til niðasta plássið. Tað er tað einasta, ið gevur beinleiðis niðurflyting úr bestu deildini.

Har liggur Viking TIF, sum hevur føroyska landsliðsmálverjan Nicholas Satchwell í hopinum. Júst Viking og KRS hittast nú sunnudagin 3. mars til botngysara. Seks umfør resta í - um man endar næstniðast ella triðniðast skulu play-off dystir spælast móti liði úr næstbestu deildini.

[object Object]

Støðan í deildini, nú seks umfør resta í. Kristiansand skal royna at koma upp á minst 11. plássi, har Kjartan Johansen og liðfelagirnir eru í løtuni. Í øllum førum er umráðandi at ikki enda aftast 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder