Við Djúpumýru í morgun hevur KÍ havt taktiska venjing, tveir dagar undan returdystinum ímóti Malmö FF í 2. umfari í Champions League. Hóast 4-1 tap í fyrstu uppgerðini á útivøllini, so merkist hetta als ikki á hýrinum, tí hann er avbera góður. Vit fáa skonkt kaffi upp í krússi, beint sum vit koma inná gátt.
- Frá venjingini hjá KÍ í morgun. (Mynd: Áron Vest)
Fyrireikingarnar til returdystin
Espen Haug og hansara menn hava nógva útgerð á vøllinum í morgun. Tá vit koma til vøllin, sæst at sjóneykan er sett á deyðbóltsstøður. Umframt hetta, eru venjingar settar upp til at venja tað, at verja bakrúm í verjustøðu, sum eisini er nakað, vit tosaðu við Jóannes Kalsø Danielsen um í Malmø.
Sí eisini: Espen Haug: 3-1 hevði sæð betri út
Vit hitta Espen til eitt prát og hann heldur ikki, at tað er stórur munur á fyrireikingunum til seinna dystin, samanborið við fyrra dystin.
- Tað er í grundini ikki nakar munur á. Tað týdningarmesta er at gleða seg til fótbóltsdystin og tær kulissurnar umkring dystin. At spæla frammanfyri fullsettari Djúpumýru, við pyntaðum stadionøkið og fólk í góðum hýri, sigur ein spentur høvuðsvenjari.
Sí eisini: Um 1000 atgongumerki seld til dystin millum KÍ og Malmö FF týsdagin
Hvussu við mótstøðuliðnum - hvørjir eru tínir tankar um tað?
- Jú, teir eru eitt gott fótbóltslið. Men vit eru eisini eitt gott fótbóltslið. Vit mugu arbeiða hart, men samstundis vísa okkum fram við einum kropsmáli ið vísur, at vit elska at spæla fótbólt og minnast til spælið, ið vit øll elska.
Sum áður upplýst, so er munur á undirlagnum í Malmø og við Djúpumýru. Í Malmø varð spælt á grasi, og við Djúpumýru er graslíki. Eisini er ein ávísur munur á longdini og breiddini á vøllunum báðum. Hetta tykist tó ikki ávirka Espen Haug.
Er tað nakað sum tit kunnu nýta til tykkara fyrimun - tað, at tit kenna undirlagið og umstøðurnar betri enn teir?
- Jú, tað er tað vist. Eg hugsi tó fyrst og fremst um okkara fantastisku áskoðarar, sum stuðla okkum, sama hvar vit eru í heiminum.
- Ein sokallaður 'motivatiónsveggur' hjá KÍ. (Mynd: Áron Vest)
Skaðastøðan í KÍ
KÍ hevur havt ein rættiliga langan skaðalista í ár. Hetta hevur eisini broytt fyritreytirnar markant, men nú sær betri út hjá meistaraliðnum. Espen sigur við Portalin, at Hallur Hansson er háaktuellur, og vónar høvuðsvenjarin, at hann kann vera á leikaralistanum móti Malmö FF týskvøldið.
Royndi miðvallarin hevur aftur verið langtíðarskaddur vegna skaða í knænum, og hevur Hallur ikki spælt dyst í níggju mánaðir. Jonn Johannessen er heldur ikki langt frá at vera klárur, meðan liðskiparin, Jákup Biskopstø Andreasen, er eitt sindur frá at vera klárur til dyst.
- Vit vóna sjálvandi at síggja Hallur á vøllinum og kláran til dyst. Jonn Johannesen er eisini við at vera har, men vit mugu vera tolin við Jákupi, sum arbeiðir hart fyri at gerast klárur skjótast gjørligt.
Annars eru landsliðsleikararnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal klárir. Væntandi er ein leiklutur, í ein ella annan mun, til dystin móti Malmö FF til reiðar til teir allar.
Ólavsøka á fyrsta sinni fyri Espen Haug
Espen sær fram til at fara til Havnar við familju sínari.
- Vit hava ikki okkara tjóðarbúna við, eiheldur hava vit føroyska búnan. Vit mugu bara lata okkum so fínt í sum vit kunnu. Annars fara vit at hugna okkum í høvuðsstaðnum. Vit síggja fram til og gleða okkum, at uppliva ólavssøkuna fyri fyrstuferð.z
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
19.45: KÍ - Malmö FF (1-4)
Kringvarp Føroya fer at vísa dystin. Portalurin hevur fólk á staðnum og hevur ymiskt tilfar um dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald