Fótbóltur

Um 1000 atgongumerki seld til dystin millum KÍ og Malmö FF týskvøldið

- Í løtuni eru einans tøk setur á eystaru stuttsíðu við Djúpumýru, sigur Tummas Lervig við Portalin.

Frá heimadystinum móti FC Differdange. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Frá heimadystinum móti FC Differdange. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-27 12:17 Author image
Áron Vest
placeholder

Dysturin móti Malmö FF við Djúpumýru týsdagin hevur sera stóran áhuga. Tað tykist vera rættiliga vist, at atgongumerkini vera so gott sum útseld.

Vit hava tosað við formannin í KÍ, sum er sera væl nøgdur við atgongumerkjasøluna.

- Í løtuni eru einans tøk setur á eystaru stuttsíðu við Djúpumýru, sigur Tummas Lervig við Portalin

Tað er týskvøldið 30. juli, at KÍ tekur ímóti Malmö FF á heimavølli við Djúpumýru. Fyrri dysturin, ið var spældur í Malmø týsdagin í hesi vikuni, endaði 4-1 til Malmö FF. Fyri KÍ skoraði Árni Frederiksberg. 

Vit skrivaðu fyrr í vikuni eina longri upptakt um komandi dystin hjá KÍ. Les hana her.

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
19.45: KÍ - Malmö FF (1-4)

Kringvarp Føroya fer at vísa dystin. Portalurin hevur fólk á staðnum og hevur ymiskt tilfar um dystin.

Atgongumerkjasølan fer fram á ki.atgongumerki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder