Fótbóltur

Stríggin returdystur í væntu fyri KÍ

Tað gjørdist ein ov stórur biti hjá Espen Haug og hansara monnum í gjárkvøldi. Við óansni í verjuni hjá KÍ og við skotførleikum hjá sviium, basti Malmö FF føroyameistarunum 4-1.

Henrik Rydström, venjari hjá Malmö FF, og Espen Haug, venjari hjá KÍ, á tíðindafundi eftir dystin í Malmø í gjár. (Mynd: Áron Vest)

Henrik Rydström, venjari hjá Malmö FF, og Espen Haug, venjari hjá KÍ, á tíðindafundi eftir dystin í Malmø í gjár. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-24 16:35 Author image
Áron Vest
placeholder

Malmø, Svøríki (Portalurin) Til tíðindafundin við teimum báðum venjarunum í gjár, staðfesti Espen Haug at mótstøðan var ov stór. Norski venjarin heldur eisini, at tað vóru einmansførleikarnir hjá Malmö FF leikarum, ið skaraðu framúr í gjár.

Tað er nú heldur ikki so løgið, tí tvey av málunum hjá Malmö FF vóru langskot, ið hegnisliga vórðu sett í KÍ málið. Malmö FF helt áfram at koma við fleiri langskotum, men KÍ verjan fekk stýr hesum burtur í flestu førum. Tað var kostnaðarmikið hjá KÍ at geva álopsspælarum hjá Malmö FF so nógv pláss framman fyri brotsteigarmarkið.

Millum miðlafólkini á Eleda leikvøllinum í gjárkvøldi var tað greið semja um, at tað var KÍ legði seg omaná teir fyrstu 15 minuttirnar. Men - tað var so tað. 

[object Object]- Her fara stórspælandi Sebastian Nanasi og Erik Botheim út (ikki á myndini), og inn koma Taha Ali og Søren Rieks. Síðstnevndi skoraði síðst málið í dystinum, ið staðfesti 4-1 sigurin hjá Malmö FF - hann gjørdu vit eisini samrøðu við. (Mynd: Áron Vest)

KÍ lat ov lætt mál inn, sum vit eisini hoyrdu millum annað Jóannes Kalsø Danielsen og Árna Frederiksberg siga við Portalin eftir dyst. 

Ivasamt um samanspæl
Tað kann vera ivasamt, um KÍ-liðið er nóg væl samanspælt. Við 1-0 málið síggja vit ikki nevnisverdar royndir at steðga skotinum frá 24 ára gamla miðvallaranum, Lasse Johnsen.

Tað kendist sum ein ivasom roynd hjá Mark Jensen í KÍ málinum at bjarga 3-0 málinum, men helst er skotið blokerað og/ella rakt av øðrum spælara, sum síðani ger tað torført hjá KÍ málverjanum at fanga bóltin.

Spælið var ikki nóg neyvt í fleiri støðum og tí manglar helst nakað í, til KÍ kann bjóða liðum sum Malmö FF av. KÍ leggja tó javnt trýst á sviiarnar, í teimum støðum har tað var møguligt. Tað er torført at síggja hvør ætlanin er við at leggja høgt trýst so ofta - til dømis til 1-0 málið. Umframt tað, so var tað margháttligt at spæla út til 2-0 málið.

[object Object]- Her verður 37 ára gamli aldursforsetin í KÍ hópinum, Claes Kronberg útskiftur, og inn kemur Patrick Da Silva. (Mynd: Áron Vest)

KÍ hevur verið aftanfyri við trimum fyrr
Tá KÍ nærum framdi tað ómøguliga móti norska liðnum Bodø/Glimt 13. juli í 2022. Eina viku frammanundan hevði KÍ tapt 3-0 á útivølli og hevði sostatt returdystin á heimavølli við Djúpumýru. 

Tað skuldi tó ikki ganga sum KÍ ynskti tað, men tað var ógvuliga nær við. Við brotssparki fekk Bodø/Glimt minkað um munin til 2-1 og fimm minuttir fyri leiklok fekk liðskiparin á KÍ liðnum, Jákup B. Andreasen, økt um munin til 3-1. Eftir hetta hevði heimaliðið fleiri góðar málmøguleikar og restaði lítið í.

Her var sjálvandi talan um ein heilt øðrvísi dyst við aðrari dystarmynd og týdningi, men vert er at hava í huga, at KÍ hevur framt tað, ið sambært flestu fólkum ikki eigur at bera til. 

[object Object]- Her sita tveir av lyklaleikarunum hjá Malmö FF og eygleiða sínar liðfelagar. Til vinstru er liðskiparin, danski Anders Christiansen, og svenski vongbakkurin, Anton Tinnerholm. Teir eru mest sannlíkt ikki við til returdystin við Djúpumýru. (Mynd: Áron Vest)

Hin tólvti maðurin
Hjá Malmö FF valdar ein heilt serstøk fjepparamentan. Við sínum meir enn 18.000 fjepparum, larmaðu teir ógvuliga nógv til dystin í gjár. Hetta verður tó avmarkað um eina viku, tí ongin túrur verður samskipaður, frætta vit úr fjepparaumhvørvinum hjá Malmö FF. Fjepparar fara tí at skipa túrar í egnum lagi. 

Í Klaksvík seta tey í Bláu Bylgjuni seg upp til dystin móti Malmö FF. Hjá teimum verður á ongan hátt góðtikið, at útiliðið vinnur uttanfyri vøllin. Fyri KÍ leikararnar er teirra tólvti maður, fjepparaskarðin, tí ein óvikilig og týdningarmikil hjálp. 

[object Object]- KÍ leikarar og hjálparfólk takka teimum umleið 100 áskoðarunum, fyri teirra ótroyttiliga innsats. (Mynd: Áron Vest)

Áðrenn dystin segði formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, við Portalin, at hetta fór at vera ein stórur biti at taka. Hann staðfesti eisini, at um liðið er nóg væl fyrireikað, so ber væl til at taka øll av bóli. Hann legði afturat, at tað fór at verða ein torførur dystur. Tó so, so var hýrurin í fyrisitingarliga maskinrúminum hjá KÍ sera góður.

[object Object]- Frá vinstru: formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, Rói Clementsen, nevndarlimur og ábyrgdari av sølu og marknaðarføring í KÍ, og Súni Clementsen, fjølmiðlafólk og kontaktpersónur hjá KÍ. (Mynd: Áron Vest)


Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
19.45: KÍ - Malmö FF (1-4)

Kringvarp Føroya fer at vísa dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder