Fótbóltur

Espen Haug: - Okkara fyrireiking hevur verið góð

Espen Haug, høvuðsvenjari hjá KÍ, er sera nøgdur við harða og miðvísa Evropa-arbeiðið, men ásannar at avbjóðingin er sera, sera stór.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ sær fram til at miðvísa arbeiðið gevur úrslit. (Mynd: Áron Vest)

Høvuðsvenjarin hjá KÍ sær fram til at miðvísa arbeiðið gevur úrslit. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-22 19:45 Author image
Áron Vest
placeholder

Malmø, Svøríki (Portalurin) Espen Haug og restin av KÍ ferðalagnum komu til Malmø í gjár. Arbeiðið við Malmö FF dystinum byrjaði beinanvegin.

- Vit vandu sunnudagin áðrenn fráferð. Eisini hava vit havt eina aktiva restitutiónsvenjing á hotellinum aftaná nátturða í gjár, sum eisini er ein liður í okkara fyrireiking, sigur Espen Haug. 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ ásannar, eins og liðskiparin til dystin í morgin, at avbjóðingin er møtimikil, men at góða og miðvísa arbeiði skal nokk skapa úrslit.

Hvør er munurin á tykkara fyrireiking til hendan dystin, samanborið við hinar evropadystirnar?


-
Tað er nú ikki so nógvur munur á. Vit mugu á onkran hátt læra okkum at handfara Malmø, so munurin á okkara venjing nú, og venjingini annars, hevur verið tað taktiska. Tað taktiska aspektið er nokk tað, ið vit hava arbeitt mest við, fram til hendan dystin.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ leggur afturat, at tað verður spælt skiftisvís við einum og tveimum áleyparum. Tað sum er avgerandi, er teirra taktiska uppsetan við og uttan bólt.


Dysturin móti Malmö FF verður týskvøldið kl. 18, og hann sæst í KÍ-varpinum.

Portalurin er til staðar í Malmø og næstu dagarnar verður ymiskt tilfar at síggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder