Annað

eSport.fo og Elektron leingja samstarvið

Føroyameistaraskapurin í CounterStrike: Global Offensive verður avgjørdur 13. apríl.

2019-01-08 07:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

eSport.fo og Elektron hava skrivað undir sáttmála viðvíkjandi komandi kappingini Counter Strike: Global Offensive. Heitið á kappingardeildini verður enn einaferð “Elektron Deildin”.

Hetta er fimtu ferð at eSport.fo hýsir kappingini, sum skal avgerða hvør fær heiðurin av at gerast føroyameistar í CS:GO. Hettar er samstundis annað árið á rað, at Elektron hevur tikið stig til at stuðla føroyskum e-sporti.

eSport.fo rúmar nú fleiri enn hundrað spælarum í teirra CS:GO deildum.

Í bestu deildini, sum er Elektron deildin, spæla fleiri enn 50 spælarar yvir eitt tíðarskeið á 8 vikur, har teir dystast um at gerast føroyameistarar í CS:GO. 8 leikarar kunnu verða á hvørjum liði, tó at bert 5 sleppa at spæla í senn.

CS:GO er tað mesta spælda e-sport spælið í Føroyum. Spælið er serliga stórt í norðurlondunum, har danska liðið Astralis fleiri ferðir seinastu árini hevur sigrað í altjóða kappingum, og hetta er ein dreymur fyri flestu liðini í Føroyum. Sambært Danmarks Radio, spæla 96% av tannáringum telduspøl, og hesi tøl vísa á júst hvussu stórur áhugin er fyri telduspølum og e-sport.

Spælt verður um tilsamans 50.000 krónur í vinningum, har vinningarnir verða lutaðir til liðini sum spæla seg inn í Topp 5. Av liðunum verða tað bert nummar 1 og 2, sum fara víðari til eina offline finalu, sum á hesum sinni verður hýst hjá Elektron tann 13. apríl.

Sáttmálin gongur út uppá, at Elektron veitur stuðul til deilduna, kontantan vinning til vinnaran og sum stuðulspartnari innan ymisk økir.

Rúni Winther Johnsen sigur um sáttmálan:

- Tá ið vit settu deildina á stovn í 2017, høvdu vit bert dreymar um at deildin fór at klára at standa á egnum beinum. Í dag fegnast vit um tað, at við stuðlum sum Elektron, Elding, Føroya Bjór og Pizza67 klárar deildin longu at standa á egnum beinum, og samstundis løna fólk fyri teirra arbeiði.

Deildin hevur fýra starvsfólk, tveir spæl- og netfyrisitarar, ein innan samskifti og ein frásøgumann/framleiðara. Deildin rúmar eisini fleiri sjálvboðin, ið brenna fyri at menna føroyskan e-sport. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder