Hesa vikuna spæla KÍ og HB fyrru dystirnar í 2. umfari í Europa League. HB tekur týskvøldið ímóti Linfield úr Norðurírlandi, og hósdagin spælir KÍ í Luzern í Sveis. Fokus er nú á hesar spennandi uppgávurnar í legunum hjá hesum báðum føroysku feløgunum, men í dag hevur UEFA kunngjørt møguligu mótsstøðuliðini, um tað eydnast hjá føroysku liðunum at spæla seg víðari til 3. umfar.
Sannlíkindini fyri at HB kemur víðari eru størri, tá hugsað verður um mótsstøðulið í 2 umfari. Linfield er tó lítil favorittur at koma víðari. Lutakastið hjá HB verður klokkan 11.25 í morgin, og talan eru um lið, sum í løtuni eru í Champions League, sum føroyameistarin kann trekkja.
(HB og HJK Helsinki spældu í Gundadali týskvøldið - Mynd: Olaf Olsen)
FCK er ímillum hesi tíggju møguligu mótsstøðuliðini, men tað er ósannlíkt, at donsku meistararnir skulu møta teimum føroysku, tí FCK er stórfavorittur at koma víðari ímóti The New Saints úr Wales. Tað er taparin úr hesum dystunum, ið HB kann møta. Reyða Stjørna er eisini favorittur, og tað er ímóti HJK Helsinki. Sambært heimasíðuni hjá UEFA er eingin forðing fyri, at HJK og HB kunnu hittast í Europa League, hóast tey longu hava spælt í Champions League í summar.
Vinnarin av HB - Linfield kann møta eitt av hesum tíggju liðunum - taparin úr nevndu uppgerðunum:
1 The New Saints (WAL) / FCK (DEN)
2 Saburtalo (GEO) / GNK Dinamo (CRO)
3 Sutjeska (MNE) / APOEL (CYP)
4 Crvena zvezda - Reyða Stjørna (SRB) / HJK Helsinki (FIN)
5 CFR Cluj (ROU) / Maccabi Tel-Aviv (ISR)
KÍ hevur eina sera stóra uppgávu fyri framman ímóti sveisiska Luzern. Liðið hjá Mikkjali Thomassen spældi seg fyrst víðari úr uundanumfarinum uttan trupulleikar imóti Tre Fiori úr San Marino. Síðani koppaði Kí Riterai úr Litava orsakað av regluni um útivallarmál.
(Teir í bláum og hvítum kundu fegnast á Svangaskarði týskvøldið - Mynd: Sverri Egholm)
Luzern verður ein størri biti - fyrri dysturin verður í Sveis hósdagin. Um KÍ kemur víðari so bíðar møguliga Espanyol, Malmö ella, eins og hjá HB, sterkt lið úr Eysturevropa. Lutakastið hjá KÍ er í morgin klokkan 13.00
Vinnarin av Luzern - KÍ møtir einum av hesum - her er talan um vinnandi liðið, sum bíðar:
1 AC Sparta Praha (CZE)
2 RCD Espanyol (ESP) / Stjarnan (ISL)
3 NK Domžale (SVN) / Malmö FF (SWE)
4 AEK Athens FC (GRE)
5 FK Buducnost Podgoria (MNE) / FC Zorya Luhansk (UKR)
6 FC Arsenal Tula (RUS) / Neftçi PFK (AZE)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald