Sum um tað ikki var nokk at vinna stórt á Noreg á fyrsta degnum til European Open í Göteborg, so fylgdu føroysku U17 dreingirnir upp við at vinna 31-27 á Spania. Sigurin kom eftir eitt frálíkt føroyskt avrik, og hann var væl uppiborin.
Spaniólar vóru ávaraðir, og byrjaðu eisini væl og fingu álopið sera væl at koyra í fyrra hálvleiki. Føroyska álopsspælið eydnaðist eisini væl, og okkara ungu menn hildu allan vegin sambandið til Spania, hóast munurin millum annað kom uppá trý mál.
Í steðginum var 16-15 til Spania, men tað var rímiliga tíðliga í 2. hálvleiki, at Føroyar komu á odda. Spælið fleyt væl, har millum annað ein sera vælleikandi Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk nógv mál og fann nógvar góðar loysnir. Pauli Mittún var eisini vælskjótandi, og á strikuni spældi sterki Viktor Gaini ein frálíkan dyst og fekk seks mál.
Í verjuspælinum gekk væl betri í 2. hálvleiki, har føroysku leikararnir stríddust væl ímóti kviku spaniólunum. Veruligi múrurin var í málinum. Pauli Jacobsen stóð væl í 1. hálvleiki, hóast 16 mál fóru inn, men í 2. hálvleiki stongdi hann málið í løtum og stóð fyri fleiri stórum og umráðandi bjargingum; m.a. tvær brotsskastsbjargingar og ein ótrúlig dupultbjarging ímóti endanum. Sambært hagtølum hjá FM1 hevði Pauli yvir 22 bjargingar í dystinum.
(Pauli Jacobsen stóð ein frálíkan dyst ímóti Spania; her í dysti ímóti Norra fyrr í dag - Mynd: Harald Bjørgvin)
Føroyska leiðslan var seinastu minuttirnar næstan allatíðina millum trý og fýra mál og kom so at siga ongantíð veruliga í vanda. Rómurin á føroysku áskoðarunum í Valhalla Sportshall var stórur, og ungu menninir hildu høvdið ógvuliga kalt í avgerandi løtunum og skoraðu nógv frálík mál. Tað tykist næstan óveruligt, men Føroyar vóru væl og virðiliga omaná ímóti mætu tjóðini í 2. hálvleiki og hava nú fingið eina slíka byrjan uppá kappingina, ið ein bert kundi droymt um. Hetta er nakað, ið veruliga er við at staðfesta, at talan er um sera evnaríkan árgang, og at føroyskur hondbóltur er í rúkandi menning.
Liðið hjá Julian Johansen og Mark Marcher er á odda í bólkinum og spælir aftur í morgin ímóti Estlandi.
European Open, 2. dystur
Føroyar - Spania 31-27 (15-16)
Toppskjútti: Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald