Hondbóltur

European Open: Vunnu báðar dystirnar á fyrsta degnum

Føroysku U17-dreingirnir løgdu væl frá landi, og serliga var sigurin á Niðurlondum seinnapartin flottur. Í morgin er víðari luttøka uppá spæl í Göteborg.

Fegnir føroyskir spælarar, venjarar, hjálparfólk og áskoðarar eftir sigurin á Niðurlondum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Fegnir føroyskir spælarar, venjarar, hjálparfólk og áskoðarar eftir sigurin á Niðurlondum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-07-03 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir av teimum ungu monnunum, sum síðstu vikurnar hava spælt U21 HM-endaspæl í Týsklandi, vunnu í 2019 European Open í Göteborg. Flotta føroyska úrsliti var ein varði, og í løtuni er ein annar aldursbólkur og umboðar Føroyar í Svøríki.

Talan er um dreingir, ið eru føddir í 2006 og 2007. Føroyar løgdu út við dysti móti Finnlandi fyrrapartin. Fá mál komu, men okkara vunnu 14-12 eftir hálvleiksstøðuna 8-3 - spælt verður 2x20 minuttir tá so tætt er í millum dystirnar.

Hendan dystin stóð verjan seg væl saman við Torkil Skála í málinum, og bæði liðini skuldu finna seg til rættis í kappingini. Finnland hálaði nøkur mál inn á Føroyar seinastu løtuna, men var sigurin ongantíð í vanda, og fingu venjararnir flestu leikarar í spæl, skrivar Hondbóltssambandið.

[object Object]
Føroyar og Finnland spældu fyrrapartin ein heldur málfátækan dyst (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

[object Object]
Føroysku spælararnir eftir sigurin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Seinnapartin var ein, á pappírinum, størri uppgáva á skránni hjá føroysku dreingjunum. Hana loystu teir ógvuliga væl, og vunnu Føroyar 24-18 á Niðurlondum

- Í mun til dystin í morgun móti Finnlandi, har føroyska liðið var trilvandi og ikki heilt í rútmu, var her talan um ein sera vælleiktan dyst, har Føroyar spældu upp til sítt besta, skrivar hsf.fo

[object Object]
Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Vengurnir Magnus Árason og Jákup Egholm úr ávíkavist Neistanum og H71 hava verið tryggir higartil skarað burturúr, hvat málskjóting viðvíkur. Teir skoraðu fimm mál hvør í sigrinum á Finnlandi, og seinnapartin skoraði Magnus sjey ferðir og Jákup seks mál. 

HSF skrivar um dystin móti Niðurlondum, at teir á mótstøðuliðnum vóru høgir og skutu væl útifrá, men Bjarni Jacobsen sera væl í føroyska málinum. Í álopinum gjørdi Rúnar Hammer um seg mann móti manni.

Eftir úrslitini í dag liggja Føroyar væl fyri til at koma í millumumfarið, ið verður spælt mikudagin og hósdagin. Ein sigur á Ísrael tíðliga seinnapartin er helst nóg mikið. Í annaðkvøld er spennandi dystur á skránni móti Spania.

European Open 2023, U17 Menn
Gøteborg, týsdagin 03.07

Føroyar - Finnland 14-12 (8-3)
Føroyskir málskjúttar:
Magnus Árason og Jákup Egholm 5 mál
Filip Haldansen, Fríði Holm í Innistovu, Rúnar Hammer og Jón Midjord 1 mál

Føroyar - Niðurlond 24-18 (12-10)
Føroyskir málskjúttar:
Magnus Árason 7 mál
Jákup Egholm 6 mál
Jón Midjord 4 mál
Rúnar Hammer 3 mál
Fríði Holm í Innistovu 2 mál
Filip Haldansen 2 mál

Dystarskráin í morgin, týsdagin 4. juli: 
Kl. 13.30 Ísrael - Føroyar
Kl. 19.30 Føroyar - Spania

Sum útgangspunkt kunnu allir dystirnir stroymast á ehftv.com, har ein kann stovna sær ókeypis brúkara. Tað riggaði tó ikki at stroyma nú seinnapartin.

Hesar dagarnar, tá tveir dystir eru, er hvør dystur 40 minuttir langur (2x20 minuttir)

Rættað og dagført: 17.28

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder