Annað

Eurovolley undankapping: Menninir enda sunnudagin - kvinnurnar byrja samstundis

Sunnudagin leika menninir seinasta dystin í hesi undankappingini, tá teir taka móti Belgia. Samstundis seta kvinnurnar skjøtul teirra undankapping. Fyrsti dysturin av teimum seks er á útivølli móti Kroatia.

Landsliðsvenjararnir hava útttikið 14 leikarar til stóru uppgávurnar - fimm av leikarunum spæla til dagliga í Danmark (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Landsliðsvenjararnir hava útttikið 14 leikarar til stóru uppgávurnar - fimm av leikarunum spæla til dagliga í Danmark (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2022-08-17 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal spæla seks torførar dystir hesar tríggjar vikurnar fram til 11. september. Liðið er komið í bólk við Kroatia, Rumenia og Ísrael. Talan er um tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir.

- Ikki kann sigast annað enn, at føroyska liðið veruliga kemur í eldin í fyrsta dystinum, sum er á útivølli ímóti Kroatia. Kroatia er styrkismett, sum nummar 10 í Evropa, men hevur í løtuni eitt krútsterkt lið, sum er á veg uppeftir og sum vinnur dystir móti sterkari tjóðum. Liðið, sum er samansett av ungum professionellum leikarum úr sterkum kappingum í Evropa, hevur soleiðis nýliga vunnið á Belgia og Puerto Rico og hevur tapt javnar dystir móti Italia. Miðalhæddin á álopspartinum á liðnum er 187 cm.

Soleiðis skrivar Flogbóltssamband Føroya um fyrsta mótstøðuliðið hjá føroysku kvinnunum, ið bíðar verður í býnum Osijek sunnudagin, har servað verður fyri fyrstu ferð klokkan 17. Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin og verður aftur mándagin fyri at gera klárt til næsta dystin, sum longu verður mikudagin 24.08 - um eina viku - tá Føroyar tekur móti Rumenia.

Menninir hava higartil í august spælt tríggjar dystir - tveir móti Estlandi og ein móti Belgia, ið bæði eru krútsterk. Øll settini eru tapt, men úrslitið og avrikið í seinna dystinum móti Estlandi var munandi betri enn í tí fyrra.

Landsliðsvenjari hjá kvinnum er Lars Engell. Hann og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, hava tikið út hendan hópin av 14 leikarum til allar seks dystirnar:

1. Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
3. Jóhanna Christiansdóttir, TB
4. Bjørk Nolsøe Isaksen, ASV Aarhus
5. Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
6. Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
7. Janna Falkvard, SÍ
8. Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
9. Milja Silvansdóttir, KÍF
10. Eva Winther Nagata, ASV Aarhus
11. Jakobina Joensen, KÍF
12. Hilda Bolstad Mortensen, Aalborg Volley
13. Anna Larsen, Aalborg Volley
14. Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr
15. Elsa Samuelsen, Førde


Dystarskráin sær soleiðis út:

Sunnudagin 21. august kl. 17.00 Kroatia - Føroyar
Mikudagin 24. august kl. 19.00 Føroyar - Rumenia
Leygardagin 27. august kl. 17.30 Ísrael - Føroyar
Sunnudagin 4. september kl. 17.00 Føroyar - Ísrael
Mikudagin  7. september kl. 15.00 Rumenia - Føroyar
Sunnudagin  11. september kl. 17.00 Føroyar - Kroatia
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder