Tað vóru allarhelst tey fægstu, sum roknaðu við at Everton fór at vinna stórsigur á Manchester United í dag, eftir at United skuldu reisa seg eftir tapið ímóti Barcelona í síðstu viku. Men Everton lat lítlan iva verða um, hvat var betra liðið í dag. Teir vunnu dystin 4-0.
Dysturin var á Goodison Park, sum er heimavøllurin hjá Everton og byrjaði klokkan 13.30 føroyska tíð. Hann var liðugur um 15.30 tíðina.
Everton løgdu bragdliga fyri og eftir hálvan tíma vóru teir á odda við tveimum málum. Tað var Richarlison, sum skoraði fyrsta málið í 13. minutti, áðrenn Gylfi Sigurdsson økti um leiðsluna í 28. minutti.
Í seinna hálvleiki helt Everton fram eftir sama leisti. Lucas Digne skoraði til 3-0 í 56. minutti og Theo Walcott setti punktum við dystin í 64. minutti, tá hann skoraði til 4-0.
Úrslitið hevur við sær, at Everton fer heilt upp frá 10. plássi til 7. pláss. Manchester United eru enn á 6. plássi, tvey stig aftanfyri Chelsea og Arsenal. Um Arsenal vinnur á Crystal Palace seinni í dag, verður alsamt meira trupult hjá United at enda á fjórða plássi, sum gevur atgongd til Champions League næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald