Fótbóltur

Everton vann 22-0

Lítil og eingin mótstøða var, tá Everton spældi venjingardyst leygardagin.

2018-07-16 15:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Premier League felagið Everton spældi leygardagin venjingardyst í fyrireiking til komandi kappingarár. Men ilt er at siga at liðið fekk nakað burturúr dystinum.

Mótstøðan æt ATV Irdning, sum spælir í fimtu bestu deildini í Eysturríki. Heimaliðið fekk tó lítið og einki gjørt  við Premier League stjørnurnar, sum vunnu heili 22-0 í dystinum.

Hálvleiksstøðan var 10-0 og tá hevði Ademola Lookman skora trý mál. Tá sjey minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, hevði Kevin Mirallas skorað trý mál. Málið til 19-0 var eitt flott sjálvmál har Sebastian Schmidt megnaði at lobba bóltin uppum sín egna málmann frá 25 metra fjarstøðu.

Kevin Mirallas skoraði heili fimm mál, meðan Oumar Niasse og Cenk Tosun skorað heili fýra mál hvør í dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder