Hósdagin fekk venjarin Marco Silva sekkin, og nú hevur Duncan Ferguson ábyrgdina av Everton liðinum. Og fyrrverandi áloyparin fekk eina góða byrjan, tá Chelsea vitjaði á Goodison Park.
Everton legði seg á odda eftir bert fimm minuttir, tað var Richarlison sum stútaði bóltin í netið til 1-0. Fýra minuttir inn í seinna hálvleik bleiv støðan 2-0, tá Dominic Calvert-Lewin skoraði. Chelsea minkaði um munin bert tríggjar minuttir seinni við málið frá Mateo Kovacic. Seks minuttir fyri tíð skoraði Dominic Calvert-Lewin enn einaferð, tað hann skoraði til endaligu støðuna 3-1.
Sigurin kom væl hjá Everton í botnstríðnum, har teir við sigrinum komu uppá 14. pláss.
Chelsea er í einari keðiligari gongd í løtuni, har teir bert hava vunnið ein av síðstu fimm dystunum.
Fýra aðrir dystir eru á skránni í Premier League í dag. Oddaliðið Liverpool vitjar Bournemouth, meðan størsti dystur í dag verður í Manchester har grannauppgerð verður, tá City tekur ímóti United.
Premier League
Everton – Chelsea 3-1
Klokkan 15.00
Bournemouth – Liverpool
Tottenham – Burnley
Watford – Crystal Palace
Klokkan 17.30
Manchester City – Manchester United
Støðan:
1. Liverpool (43 stig)
2. Leicester (35 stig)
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) *
5. Wolves (23 stig)
6. Manchester United (21 stig)
7. Crystal Palace (21 stig)
8. Tottenham (20 stig)
9. Sheffield United (19 stig)
10. Arsenal (19 stig)
11. Newcastle (19 stig)
12. Burnley (18 stig)
13. Brighton (18 stig)
14. Everton (17 stig) *
15. Bournemouth (16 stig)
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (8 stig)
Ein dyst meir *
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald