Fótbóltur

Evropaferðin hjá Víkingi byrjað

Víkingur setti í morgun kós móti Malaga. Hósdagin verður seinni dysturin móti Europa FC á Gibraltar.

(Mynd: Víkingur)

(Mynd: Víkingur)

2022-07-11 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingur vann fyrra dystin millum liðini 1-0, og skal hósdagin staðfesta sigurin móti Europa FC og vinna seg víðari til næsta umfar.

Hópurin fór úr Vágum í morgun, og umvegis París, gongur leiðin til Malaga, har gist verður.

Malaga er nærhendis markið til Gibraltar. Dysturin verður á Victoria leikvøllinum á Gibraltar hósdagin kl. 16 føroyska tíð.

Televarpið sendir beinleiðis frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder