Fótbóltur

Evropeisk mál: Árni er nú javnur við Levi og Páll

Vongurin úr Saltangará hevur skorað níggju mál seinastu níggju Champions League-dystirnar og hevur harvið fingið søguligt pláss uppá beint yvir eitt ár.

Páll, Árni og hinir fegnast um eitt av málunum hjá føroyameistarunum móti Differdange í síðsta umfari. Árni skoraði bæði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Páll, Árni og hinir fegnast um eitt av málunum hjá føroyameistarunum móti Differdange í síðsta umfari. Árni skoraði bæði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-23 20:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað jaliga hjá KÍ í Malmö í kvøld var góða málið hjá útiliðnum. Føroyameistararnir taptu annars 4-1, har mistøk og illa frágreiddar verju-og málverjuuppgávur í nøkrum førum kostaðu dýrt.

Tjúgu minuttir fyri leiklok vann Jóannes Kalsø Danielsen bóltin væl høgt á vøllinum. Høgri bakkurin fann hegnisliga - og eitt lítið sindur heppið -  Árna Frederiksberg, sum var komin langt inn í Malmö brotsteigin og við "veika" høgra beininum setti nummar 7 hjá KÍ bóltin millum beinini á Malmö-máverjanum.

Av tí at Malmö fekk svarað aftur stutt fyri leiklok er sum so eingin spenningur eftir í Champions League-uppgerðini, men Árni Frederiksberg skoraði sítt triðja Champions League mál í eins nógvum dystum í ár og eitt hálvgum søguligt mál í Skåne í kvøld.

Eins og í fjør, gjørdi Árni mál við høgra beini og til høgru í brotsteignum á útivølli móti svensku meistarunum, og í níggju Champions League-dystum seinastu 377 dagarnar hevur 32-ára gamli vongurin úr Saltangará eisini skorað níggju mál.

Hetta er framúr flott í føroyskum høpi, og hevur Árni skorað tvey mál móti meistaraliðum úr Ungarn, Noreg og Luksemborg, umframt "tey svensku málini".

[object Object]
Árni Frederiksberg eftir 1-0 málið móti Hacken í fjør. Tað gekst ikki eisn væl í Malmö, men Árni endurtók so partvíst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta eru málini, ið KÍ-spælarin hevur gjørt í samanlagt 39 evropeiskum dystum fyri KÍ, B36 og NSÍ. Eingin føroyingur hevur skorað fleiri enn níggju mál fyri føroysk feløg. Gamli makkarin hjá Árna í NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, hevur skorað 7 fyri NSÍ og trý fyri Breiðablik og er harvið tann føroyingurin við flest samanlagt.

Í fjør rakk Páll Klettskarð níggju evropeiskum málum. Páll hevur spælt samanlagt 33 evropeiskar dystir.

Levi Hanssen var tann fyrsti føroyingurin at skora níggju mál. Hetta fyri HB og EB/Streym (2012-2015) Fjølbroytti miðvallarin, ið tók nøkur brotsspørk, hevur 24 dystir í evropeiskum høpi - millum annað fyri B36. 

Harvið er Levi í tekniskum høpi framvegis fremst, men er saman við núverandi KÍ-liðfeløgunum á ovasta fjallatindinum - allir hava 9 mál. Tað er óvuliga sannlíkt, at Árni og/ella Páll skjótt fara framvið og røkka tvísiffrað.

[object Object]
Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð fegnast um málið hjá annað málið hjá Árna móti Differdange við Djúpumýru 10. juli. Í løtuni eru teir lið um lið í samlaða evropeiska roknistykkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Levi Hanssen, her í aðrari uppgávu enn á fótbóltsvøllinum, spælir ikki á hægsta stigi longur. Hann hevði tó eitt frálíkt tíðarskeið frá 2012 til og við 2015, hvat evropeiskum fótbólti viðvíkur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tøl: FaroeSoccer

Rættað og dagført: 20.27

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder