- Svartur oktober …B36 dumpaði við maner á Argjum í dag og stóð eftir við ongum. 4 stig í 4 dystum í oktober førdi við sær, at B36 endaði á 4. plássinum í Betrideildini hjá monnum anno 2023.
- Alt sá so gott út við, men í dag sá tað avgjørt ikki gott út. Eingin umbering og vit sita við svartaper - fyri fyrst í nakrar dagar. Livst so spyrst.
Soleiðis skrivar B36 á Facebook-síðu sínari í kvøld. Hetta tekur rímiliga væl samanum hendan keðiligan mánaðin, har liðið hjá Dan Brimsvík hevur havt fleiri møguleikar at staðfesta eitt pláss í topp-trý og harvið heiðursmerki og evropeiskt pláss.
6-0 tapið í Sarpugerði var eitt. Tapið í dag ívar verri á ymsan hátt. AB flutti niður síðsta vikuskifti og hevði harvið einki at spæla í dag. AB stillaði við níggju føroyingum, harav átta loklaum spælarum. Teir á heimaliðnum kundu spæla frítt, og eftir at Bjarki Nielsen hevði lagt B36 á odda eftir eitt korter, svaraði heimaliðið aftur. Brian Jakobsen og Filip í Liða skoraðu við einum millumbili á fimm minuttir - bæði málini komu eftir upplegg frá Marius Kryger Lindh.
B36 var uttan millum annað Andrass Johansen og Jann Benjaminsen, og vindurin ávirkaði. Útiliðið var tó stórfavorittur og skuldi vinna dystin. Tað gekk striltið at fáa hol á í 2. hálvleiki, har AB eisini hótti hinvegin. Tá tjúgu minuttir restaðu í eydnaðist tó aftur argjamanninum í B36 at skora, men bara tveir minuttir seinni avgreiddi B36-verjan eina støðu ov illa. Fyrrverandi B36-áleyparin, Brian Jakobsen, stríddi seg fram til bóltin og fekk prikað hann millum beinini á landsliðsmálverjanum.
Brian Jakobsen spældi í B36 í árunum 2019-2022 - í dag skoraði hann tvær ferðir og sendi harvið liðið hjá Dan Brimsvík úr topp-trý (Mynd: Sverri Egholm)
Adrian Justinussen skoraði einsamalla málið á Eiði. Harvið yvirhálaði HB grannarnar úr B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Tað gjørdist ov tungt at svara aftur hjá heldur ráðaleysu B36'arunum, og sum vera man ringt lag í tí leguni. B36 noyðist nú at dúga uppá grannaranar í steypafinaluni.
Tað gjørdist eisini tungt hjá HB á Eiði, har heimaliðið heldur ikki hevði nakað at spæla fyri. Liðið hjá Sigfríði Clementsen stríddist tó ógvuliga væl, og hóast nógvar góðar møguleikar fekk HB ikki hol á hjá Steven van Dijk fyrsta tíman, har útiliðið millum annað rakti stongina tvær ferðir.
Tað eydnaðist tó at avgera dystin í 63. minutti. Áki Debes Samuelsen breyt væl ígjøgnum í høgru síðu í EB/Streyma-brotsteignum, legði flatt innfyri, og við aftaru stong var Adrian Justinussen árvakin og smekkaði bóltin í málið. Mál nummar 17 hjá greitt mest vandamesta HB-spælaranum seinastu mánaðirnar, og harvið endar HB á 3. plássið.
Bronsuheiðursmerki og evropeiskt pláss til liðið hjá Jákup Martini Joensen - HB spælir "frítt" um steypið leygarkvøldið á Tórsvølli. Har noyðast tey í B36 at halda við grannunum í dystinum móti Jákupi á Borg og B68.
Víkingur vann í Klaksvík og endar á 2. plássi - les meira her.
27. umfar í Betrideildini, í dag sunnudagin 29. oktober
EB/Streymur - HB 0-1 (0-0)
61' Adrian Rúnason Justinussen (Áki Samuelsen) 0-1
AB - B36 3-2 (2-1)
16' Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson) 0-1
30' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 1-1
36' Filip í Liða (Marius Kryger Lindh) 2-1
71' Bjarki Nielsen 2-2
73' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 3-2
Hini úrslitini:
KÍ - Víkingur 1-2 (0-1)
12' Finnur Justinussen (Ingi Jonhardsson) 0-1
57' Sivert Gussiås (Árni Frederiksberg) 1-1
90 (+6)' Sølvi Vatnhamar, br.
Sí eisini: Sølvi skoraði til 2-1 við síðsta skotinum
TB - 07 Vestur 0-1 (0-1)
81' Oddur í Haraldsstovu Petersen, br.
ÍF - B68 0-0
Sí eisini:
TB fer niður aftur - B36 blakaði alt burtur
Myndir: Tá ÍF tryggjaði sær enn eitt í bestu deildini
Video:
Georges Rouah: - Alt gongur upp í eina hægri eind
Aleksandar Jovevic: - Harður dystur
Karl Løkin: - Hetta er ein stórur sigur fyri ÍF
Endaliga støðan í Betrideildini
1. KÍ 67 stig
2. Víkingur 60 stig
3. HB 58 stig
--------------------
4. B36 57 stig
5. 07 Vestur 40 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 23 stig
8. ÍF 20 stig
--------------------
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald