Fótbóltur

Sølvi skoraði til 2-1 við síðsta skotinum

Toppskjúttin í Betrideildini tryggjaði Víkingi 13. sigurin á rað, silvurkrónurnar og evropeiskt pláss. Harvið tapti KÍ sín fyrsta landskappingardyst á heimavølli síðani í 1. umfari 2020.

Víkingarnir eftir at sigurin er komin í hús (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingarnir eftir at sigurin er komin í hús (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-29 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevur verið besta liðið í Betrideildini í seinnu hálvu. Hetta staðfesti liðið úr Eysturkommunu aftur í dag við 2-1 sigri í Klaksvík. Harvið fingu menninir hjá Jóhan Peturi Poulsen silvurkrónur annað árið á rað. Tað gjørdist greitt við øðrum sigrinum á rað móti føroyameistarunum - hetta var eisini fyrsta tapið hjá KÍ í landskappingardysti á heimavølli í næstan trý og eitt hálvt ár (B36, 0-2)

Sí eisini: Myndir: Gullkrónurnar komnar um hálsin á klaksvikingum

Finnur Justinussen, ið avloysti Martin Klein sum fremsta mann, sló til longu eftir 11 minuttir. Ingi Jonhardsson stóð fyri gjøgnumbroti og uppleggi, og royndi málrevurin var ísakaldur. 

Á KÍ-liðnum vóru átta broytingar í mun til Conference League-dystin hóskvøldið. Ein av nýggju monnunum var norski áleyparin Sivert Gussiås, ið ikki hevur sligið til. Hann heldur tó møguliga fram í KÍ, og í 57. minutti skoraði hann hegnisligt mál eftir flott uppspæl hjá heimaliðnum.

[object Object]
Jákup Biskopstø Andreasen kundi lyfta FM-steypið triðja árið á rað, men klaksvíkingurin og liðfelagirnir vóru ov stuttir móti Sølva Vatnhamar og liðfeløgunum á degnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Stórur fagnaður á útiáskoðarunum(Mynd: Jens Kr. Vang)

1-1 sá út til at gerast endaliga úrslitið leingi, hóast bæði liðini høvdu sínar møguleikar at avgera. Fimm minuttir inn í yvirtíðina gjørdi Sølvi Vatnhamar tó sítt til fyri at órógva gullveitsluna hjá KÍ. Útiliðið fekk brotsspark, og 37-ára gamli leirvíkingurin var púra tryggur. Stórur fagnaður á útiáskoðarunum og Sølvi er toppskjútti í Betrideildini annað árið á rað - hann hevur fingið heili 21 mál

Liðið hjá Magna Hoseth er greiður FM-vinnari, men hevur nú tapt tveir dystir móti Víkingi. Liðið úr Eystirkommunu er tað einasta, ið hevur koppað KÍ í Betrideildini, og saman við frálíku gongdini, silvurheiðursmerkjunum, plássinum í Conference League so smakkar hetta væl hjá víkingunum. 

KÍ'arar kundu tó fegnast um føroyameistaraheitið aftaná - sí myndir úr Klaksvík her

27. umfar í Betrideildini, í dag sunnudagin 29. oktober
KÍ - Víkingur 1-2 (0-1)

12' Finnur Justinussen (Ingi Jonhardsson) 0-1
57' Sivert Gussiås (Árni Frederiksberg) 1-1
90 (+6)' Sølvi Vatnhamar, br.

Hini úrslitini: 
EB/Streymur - HB 0-1 (0-0)

ÍF - B68 0-0
AB - B36 3-2 (2-1)
TB - 07 Vestur 0-1 (0-1

Endaliga støðan í Betrideildini
1. KÍ 67 stig 
2. Víkingur 60 stig
3. HB 58 stig
--------------------
4. B36 57 stig
5. 07 Vestur 40 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 23 stig
8. ÍF 20 stig
--------------------
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder