Hondbóltur

Evropeiski elddópurin á gáttini hjá hoyvíkingum

Í kvøld bresta H71 og RK Maribor Branik saman í fyrra dystinum í 2. umfarinum í EHF Challenge Cup. Hetta er fyrsti evropeiski dysturin hjá H71 og tann fyrsti hjá føroyskum mansliðið í átta ár. Avbjóðingin verður stór.

Føroyameistararnir skulu nú royna seg í altjóða hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyameistararnir skulu nú royna seg í altjóða hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-11 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19 er fyrsta bríksl í høllini á Hálsi. Væntast kunnu nógvir áskoðarar til stóru uppgávuna hjá H71. Føroyameistararnir taka í kvøld og sunnudagin ímóti Maribor Branik, ið endaði nummar fýra í Slovenia seinasta kappingarárið. Liðið hevur væl fleiri royndir í Evropa enn H71, ið ongar hevur, men tað eru nøkur ár síðani, at slovenska liðið spældi í evropeiskari kapping.

Les eisini: Stórt vikuskifti fyri framman hjá H71 og føroyskum hondbólti

Frá 2008 til og við 2011 spældi mansliðið Neistin á hvørjum ári í EHF Cup og fekk nøkur góð úrslit. Eftir ein steðg taka hoyvíkingar táttin upp. H71 skal spæla í EHF Challenge Cup, ið er triðsterkasta evropeiska kappingin fyri lið. 34 lið eru í 2. umfari, og mótstøðuliðið hjá H71 verður mett at vera ímillum tey sterkastu.

H71 hevur eitt sterkt lið og ein breiðan hóp, men kemur í kvøld at mangla tann helst mest spennandi leikaran í hópinum. 17-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu kom heim at spæla vaksnamannahondbólt í summar eftir eitt ár á hondbóltsakademii í Skanderborg,, Mest virðismikli leikarin í European Open í Göteborg breyt nøsina í Vestmanna í 2. umfari í Okkara-deildini, og hóast hann er við at koma heilt fyri seg orsakað av hesum, so verður hann ikki tøkur í vikuskiftinum. In.fo skrivaði mikudagin, at talan er um sjúku.

[object Object]Hilmar Leon Jakobsen er spakuliga við at vera á toppinum aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er tó gleðiligt fyri H71, at vinstri bakkurin Hilmar Leon Jakobsen eftir harða endurvenjing er til reiðar at spæla ein leiklut. Hetta fingu vit váttað tíðliga í vikuni. Skaðaplágaði men sera dugnaligi leikarin var fyri fyrstu ferð í ár á dómaraseðlanum farna vikuskifti.

Hjá H71 snýr tað seg um at spæla klókan hondbólt, at spæla eftir sínum fyritreytum og at hava ein harða verju. Hetta legði Pætur Thomsen dent á í samrøðu við Portalin hósdagin. Høgri vongurin segði eisini, at heimavøllurin kann fáa stóran týdning fyri H71. Vit hava fingið váttað frá H71, at Stórhøllin á Hálsi, sum í mun til Hoyvíkshøllina er góðkend til evropeiskar dystir hjá feløgum, verður í fullum líki, so at pláss verður fyri upp ímóti 1700 áskoðarum. Felagið vónar, at nógv koma at stuðla føroyska umboðnum í evropeisku kappingini, og tað er stórur spenningur í og kring felagið upp til evropeiska elddópin.

Vit hava myndir og samandrátt frá dystinum í kvøld, ið byrjar klokkan 19. Seinni dysturin verður leiktur sunnukvøldið klokkan 19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder