KÍ hevði bóltin nógv og hevur ikki skapt so nógvar góðar støður í einum evropeiskum dysti síðani í summar, men tað rakk ikki til stig.
Tað gjørdist sama søga sum í Bratislava: KÍ legði seg á odda, men Slovan svaraði aftur og vann 2-1. Verjuspælið var heldur passivt í støðuni. Eftir hetta satsaði heimaliðið, men hóast nakrar møguleikar so endaði tað við smølum sigri til slovakisku meistararnar, ið vóru heilt kroystir í løtum.
Mads Boe Mikkelsen skoraði flott mál í 17. minutti
Myndir: Sverri Egholm
Harvið hevur liðið hjá Magna Hoseth ikki longur møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Síðsta uppgávan hjá KÍ í ár verður í Lille 14. desember. Lille og Slovan Bratislava eru víðari.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, í dag hósdagin 30/11:
KÍ - Slovan Bratislava 1-2 (1-1)
17' Mads Boe Mikkelsen (Vegard Forren) 1-0
24' Juraj Kucka 1-1
62' Juraj Kucka 1-2
KÍ: Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic (75' Jóhan Josephsen), Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Mads Boe Mikkelsen (64' Claes Phillip Kronberg) - Sivert Gussiås, Páll Andrasson Klettskarð
Jóhan Josephsen kom á vøllin í 75. minutti. Ungi áleyparin stríddist fyrimyndarliga og kom til ein góðan møguleika (Mynd: Sverri Egholm)
Olimpija Ljubljana - LOSC Lille 0-2 (0-1)
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey lið koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald