Kasakstan, Slovakia og Moldova.
Hesi vera mótstøðuliðini hjá føroyska manslandsliðnum í Nations League í heyst. Tað var greitt eftir lutakastið í Brússel í gjár.
Les eisini: Til Kasakstan, Slovakia og Moldova í heyst
Eftur lutakastið tosaði FSF-varpið við landsliðsvenjaran, sum var staddur í Belgia.
Eyðun Klaksten kundi staðfesta eitt misjavnt lutakast, har tað serliga var keðiligt at raka Slovakia úr næsthægsta styrkisbólki. Liðið er høgt styrkismett á FIFA-styrkislistanum.
Tó var tað gott at fáa greiðu á, hvørjum man møtir, og fara føroyingar aftur eftir góðum úrslitum, staðfesti Eyðun Klakstein.
Hoyr samrøðuna ovast
Dystirnir verða spældir í september, oktober og november - skráin verður eftir øllum at døma løgd liðug í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald