Fótbóltur

Eyðun avloysir Bagga

50-ára gamli klaksvíkingurin skal í næstu undankapping standa á odda fyri føroyska U21-landsliðnum. Atli Gregersen heldur fram sum hjálparvenjari.

Eyðun Klakstein hevur seinastu árini staðið á odda fyri yngri dreingjalandsliðum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Eyðun Klakstein hevur seinastu árini staðið á odda fyri yngri dreingjalandsliðum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2022-12-12 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg at sleppa í gongd.

Hetta sigur nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF seinnapartin.

50-ára gamli klaksvíkingurin hevur áður stjórnað besta mansliðnum hjá barndómsfelagnum, hjá B36 - har hann vann FM í 2015 - hjá Skála og hjá Víkingi. Hann hevur verið ungddómslandsliðsvenjari seinastu árini; fyrst hjá U19-dreingjum og síðani U17-dreingjum. Eisini hevur Eyðun Klakstein verið partur av venjaraútbúgvingum hjá Fótbóltssambandinum.

Tað var fyri løtu síðani, at Fótbóltssamband Føroya og Eyðun Klakstein undirskrivaðu avtalu, ið inniber, at frá 1. januar 2023 tekur royndi venjarin úr Klaksvík við høvuðsábyrgdini av U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi komandi tvey árini - tað vil siga fyri næstu undankappingina.

Samstundis skrivaði Atli Gregersen undir nýggjan sáttmála sum hjálparvenjari. Nú 40-ára gamli gøtumaðurin hevur í beint yvir tvey ár arbeitt við U21-landsliðnum saman við Sámal Erik Hentze. Saman hava teir fingið stig í meira enn helminginum av teimum 16 undankappingardystunum síðani september 2020 ( í níggju dystum - fimm sigrar og fýra javnleikir). Fyrrverandi landsliðsliðformaðurin gjørdist í oktober liðugur við A-venjaraútbúgvingina hjá UEFA/FSF.

[object Object]
Sámal Erik Hentze fekk fleiri frálík úrslit sum U21-landsliðsvenjari - her til U21-venjing í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

Í seinastu EM-undankapping vóru Føroyar í bólki, saman við Fraklandi, Ukraina, Serbia, Norðurmakedónia og Armenia. Tað eydnaðist føroyska liðnum at fáa tveir sigrar og fýra javnleikir og harvið tíggju stig og eitt fjórða pláss í bólkinum. Millum annað spældu okkara dreingir javnt 1-1 móti Fraklandi, sum vann bólkin greitt.

Tó varð valt ikki at halda fram við Sámali Erik Hentze við stýrisvøllin - hann hevur eisini sáttmála sum høvuðsvenjari hjá NSÍ fyri næsta ár, og FSF ynskir ikki, at høvuðsvenjarin hjá U21 stendur er høvuðsvenjari í einum felagi.

Fótbóltssambandið upplýsir, at lutakastið til EM-undankappingina 2023-2024 verður í Sveis 2. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder