
Í morgin, fríggjadagin 14. februar klokkan 11 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF húsinum við Tórsvøll.
Føroyskir miðlar, og nógv føroysk fótbóltsáhugaði, hava veruliga bíðað eftir hesum. Tí høvi er, at Christian Andreasen fer at kunngera nýggja landsliðsvenjaran hjá monnum.
Tað er ikki longur nakar ivi um, at hetta verður í Eyðun Klakstein. Í umleið eina viku samráddust partarnir, og nú er komið á mál.
Sum skilst verður talan um ein sáttmála, sum í øllum førum er galdandi fyri 2025 og 2026.
Eyðun Klakstein verður bert annar føroyingurin í nýggjari tíð. ið verður fast settur sum høvuðsvenjari á føroyska manslandsliðnum. Hin var Jógvan Martin Olsen, sum var venjari í árunum 2006-2008.
52-ára klaksvíkingurin hevur áður vunnið FM við B36, og seinastu mongu árini hevur hann staðið á odda fyri U-landsliðum hjá Føroyum. Síðani 2023 hevur tað verið sum U21-landsliðsvenjari.
Eyðun Klakstein vann sín fyrsta dyst sum fyribils føroyskur landsliðsvenjari í Armenia (1-0). Tríggjar dagar seinni taptu Føroyar 1-0 í Norðurmakedónia men avrikið og møguleikarnir vóru avgjørt til stig (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Har hevur Eyðun arbeitt saman við Atla Gregersen. Alt bendir á, at 42-ára gamli fyrrverandi landsliðsliðformaðurin eisini verður hjálparvenjari Eyðuns í A-landsliðshøpi.
Hetta skrivar in.fo seinnapartin, og tað er eisini tað, sum Portalurin hevur fingið upplýst frá keldum.
Teir stóðu fyribils á odda í november í fjør til seinastu Nations League-dystirnar. Føroyar tryggjaðu plássið í C-bólkinum og nakrir mánaðir seinni peikaði starvsnevndin í FSF á Eyðun og Atla sum framtíðar venjarar á A-landsliðnum.
Trupulleiki stakk seg tó upp, tí vit eru í februar, og Víkingur og Atli Gregersen hava fyrireikað seg til enn eitt kappingarár saman - sum partarnir høvdu sáttmála um.
Sí eisini: Atli verður helst ikki hjálparvenjari
FSF vildi, at ársins spælari 2024 skuldi gevast at spæla beinanvegin. Hesin knúturin støðgaði samráðingunum um vikuskifti, men eftir øllum at døma er hetta loyst seinastu dagarnar. Sum skilst fer Atli Gregersen framhaldandi at spæla sjálvur, samstundis sum hann er hjálparvenjari á A-landsliðnum, í øllum førum nakrar mánaðar afturat.
Atli Gregersen var ársins spælari í Betrideildini og liðformaður hjá Víkingi í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
Her saman við fyrrverandi liðfelaganum Gunnari Vatnhamar eftir sigurin í Armenia í fjør (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald