Eitt hálvt ár var eftir av nú gomlu avtaluna við Eyðun Klakstein, tá Fótbóltssamband Føroya í dag gjørdi nýggjan sáttmála við A-landsliðsvenjaran, sum hevur staðið fyri samanlagt flottum úrslitum síðani november 2024.
Portalurin skrivaði fyrrapartin, at ein endalig avtala, galdandi í tvey ár afturat í øllum førum, av álvara nærkast. Og seinnapartin hevur Fótbóltssamband Føroya staðfest, at Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari á manslandsliðnum til og við 2029.
Harvið leingir 53-ára gamli klaksvíkingurin við trimum árum, og tað ger restina av venjaratoyminum eisini.
- Við avgerðini tryggjar FSF sær framhald og støðufesti kring A-landsliðið komandi árini. Venjaratoymið hevur síðstu tíðina arbeitt miðvíst við at byggja upp eitt sterkt landsliðsumhvørvi, og tað arbeiðið skal nú halda fram, skrivar FSF, og forsetin leggur afturat:
– Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at leingja samstarvið við Eyðun og restina av venjaratoyminum. Teir hava víst stórt arbeiðssemi og fakliga dygd, og vit hava álit á, at teir kunnu halda fram við menningini av føroyska manslandsliðnum, sigur Christian F. Andreasen,
Sjálvur sigur Eyðun Klakstein, at tað er ein stórur heiður at sleppa at halda fram, og er hann takksamur fyri stóra álitið frá FSF og glaður fyri, at halda fram við sama venjaratoymi.
![]()
Eyðun Klakstein í Kekkia undan fyrsta undankappignardysti hansara. Talan gjørdist um bestu undankapping higartil hjá einum føroyskum A-landsliðið, og samanlagt hava Føroyar vunnið yvir helmingin av dystunum við klaksvíkinginum við róðrið (Mynd: Sverri Egholm)
Atli, Magni, Jákup og Geza hava eisini longt
Spurnartekin kann hesaferð ikki setast við, hvørs FSF hevur tikið tí røttu avgerðina ella ikki, tá longt er við landsliðsvenjara.
Við Eyðuni Klakstein á odda hava Føroyar vunnið fleiri dystir, enn man hevur tapt (átta sigrar í 15 dystum, harav fimm kappingarsigrar), og í fjør var talan um bestu undankappingina í søguni higartil; hetta við millum annað sigrum á Kekkia og Montenegro. Harafturat hevur ein vaksandi alskur verið til manslandsliðið og sterkt huglag kring liðið.
Sum nevnt, heldur restina av toyminum eisini fram.
Atli Gregersen og Eyðun Klakstein hava í fleiri ár arbeitt væl saman - fyrst á U21-landsliðnum og síðani november 2024 á A-landsliðnum. Fyrrverandi landliðsliðformaðurin verður framhaldandi hjálparvenjari og kemur við nógvum eldhuga og hollum royndum.
![]()
Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF, Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, Christian Andreasen, FSF-forseti og Atli Gregersen, hjálpavenjari eftir at sáttmálin er longdur (Mynd: FSF)
![]()
Atli Gregersen og Magni Mohr undir venjing í Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)
24-ára gamli Jákup Reinert Højgaard er greinarin: Ungi og nærlagdi maðurin hyggur nógv eftir egnum liði og mótstøðuliðum og leggur millum annað ymiskar framløgur til rættis fyri liðnum. Til dagliga er Saltnes-maðurin í starvi í Brøndby.
Geza Tamas Turi er á pappírinum einasti útlendingur í toyminum, men Geza er eftirhondini gøtumaður og føroyingurin á mangan hátt. Ungverjin hevur verið í Føroyum í yvir tjúgu ár, og eftir at hann legði handskarnar á hilluna, gjørdist Geza Turi málverjuvenjari. Tað hevur hann verið í KÍ í nógv ár og eisini á landsliðnum; eftir at Andras Gango fór víðari.
![]()
Geza Tamas Turi, hvør sonur - Geza David Turi - hevur verið landsliðsspælari seinasta árið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Jákup Reinert Højgaard kom inn í toymi, tá Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tóku við fyribils á heysti 2024 (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald