Fótbóltur

Eykaliðið hjá Klopp vann á Ancelotti

19 ára gamal avgjørdi grannauppgerðina ímóti Everton við sera flottum málið og sendi Liverpool víðari í FA Cup.

19 ára gamli Curtis Jones avgjørdi grannauppgerðina við flottum málið (Mynd: EPA)

19 ára gamli Curtis Jones avgjørdi grannauppgerðina við flottum málið (Mynd: EPA)

2020-01-05 18:06 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Triðja runda av FA Cup er um vikuskifti, í gjár vóru tjúgu dystir á skránni, meðan 11 dystir eru á skránni í dag.

Fyrr í dag vann Chelsea, meðan Tottenham spældi javnleik.

Mest áhugaverdi dysturin á pappírinum í triðju rundu av FA Cup, var grannauppgerðin ímillum Liverpool og Everton. Jürgen Klopp hevði valt at geva møguleikan til fleiri av teimum sum ikki vanliga byrja inni fyri Liverpool fyri at hvíla stjørnurnar, ið hava spælt nógvar dystir síðstu vikurnar. Tískil var tað eitt ungt Liverpool lið, ið tók ímóti Everton, ið spældi við so at siga sterkastu manning. Tó hevði Klopp funnið pláss til James Milner, sum tó mátti av vøllinum við skaða longu í níggjunda minutti. Eisini fekk nýggja keypið hjá Liverpool Takumi Minamino debut.

Dysturin byrjaði við høgari leikferð, og vandamiklum støðum í báðum endum. Liverpool hevði bóltin meiri, men Everton kom til fleiri málroyndir, og burdi havt fingið okkurt mál í fyrra hálvleiki, men hóast ágangandi spæl so kom einki mál í fyrra hálvleiki.

Í seinni hálvleiki var tað Liverpool sum sat á tí mesta á spælinum, og var eisini vandamiklari, meðan Everton hevði trupult við at skapa góðar støður, samstundis sum teir ikki fingu spæla at flóta.

Tá 70 minuttir vóru farnir kom einasta málið í dystinum, tá 19 ára gamli Curtis Jones legði Liverpool á odda við einum framúrskarandi langskotið, har hann setti bóltin i handara málhorn.  

1-0 bleiv endaliga úrsliti og harvið er Liverpool víðari til fjórðu rundu av FA Cup

FA Cup 3. umfar
Leygardagur 4. januar

12:31:

Bristol City - Shrewsbury Town 1-1 *
Millwall - Newport County 3-0
Rochdale - Newcastle United 1-1 *
Rotherham United - Hull City 2-3
Birmingham City - Blackburn Rovers 2-1
Burnley - Peterborough United 4-2

15:01
Brighton & Hove Albion - Sheffield Wednesday 0-1
Cardiff City - Carlisle United 2-2 *
Fulham - Aston Villa 2-1
Oxford United - Hartlepool United 4-1
Southampton - Huddersfield Town 2-0
Brentford - Stoke City 1-0
Preston North End - Norwich City 2-4
Reading - Blackpool 2-2 *
Watford - Tranmere Rovers 3-3 *

17:31
AFC Bournemouth - Luton Town 4-0
Leicester City - Wigan Athletic 2-0
Wolverhampton Wanderers - Manchester United 0-0 *
Fleetwood Town - Portsmouth 1-2
Manchester City - Port Vale 4-1

Sunnudagur 5. janurar: 

15.01:
Bristol Rovers – Coventry 2-2
Burton – Northampton 2-4
Charlton - West Bromwich 0-1
Chelsea - Nottingham Forrest 2-0
Crewe – Barnsley 1-3
Crystal Palace – Derby 0-1
Middlesbrough – Tottenham 1-1
Queens Park Rangers – Swansea 5-1
Sheffield United - AFC Fylde 2-1

16.01: 
Liverpool – Everton 1-0

18.16: 
Gillingham - West Ham

Liðið er víðari
*Skulu spæla umdyst seinni í januar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder