Frakland og Niðurlond vóru víðari undan seinasta umfar í bólki D. Tað var Eysturríki sum so eisini, og tað endaði við at liðið hjá Ralf Ragnick sníkti seg framvið Niðurlondum og fraklendingum.
Eysturríki kom framum 1-0 og 2-1, Niðurlond svaraði aftur, í báðum førum men í 80. minutti sló Marcel Sabitzer til, tá Van Dijk og hinir ikki vardu væl. Harvið endaðu Niðurlond á 3. plássi í bólkinum, og tað kann gerast dýrt.
Niðurlond við tapi í undirhaldandi dystinum í Berlin (Mynd: EPA)
Sabitzer skoraði sigursmálið (Mynd: EPAI
Ralf Ragnick og hansara menn kundu fegnast um sigurin og 1. plássi í bólkinum (Mynd: EPA)
Eysturríki endaði eisini frammanfyri Frakland, sum ikki megnaði at vinna á Pólalndi, ið einki hevði at spæla við. Frakland kom annars á odda, tá Kylian Mbappé - í grímu - skoraði brotsspark stutt eftir steðgin. Størsta stjørnan hjá Pólland skoraði tó eisini úr ellivu metrum. Robert Lewandoeski javnaði í 79. minutti, og vónbrot hjá Deschamps og hansara monnum.
Kylian Mbappé skoraði men var vónbrotin aftaná dystin (Mynd: EPA)
Endaliga støðan í bólkinum - Eysturríki, Frakland og Niðurlond eru víðari til áttandapartsfinalurnar (Skíggjamyndir: portal.fo - har ber til at fylgja EM-gongdini)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald