Tað eydnaðist ikki Grimsby at basa Wolves, tá liðini hittust í 4. umfari í FA Cup í gjár. Tað endaði 0-1 í truplu umstøðunum á Blundell Park, men ein føroyingur skein burturúr.
Grimsby skýrdi eftir dystin gøtumannin Geza David Turi sum sín besta spælara á degnum.
Sí eisini: Geza spældi 90 góðar minuttir móti Premier League-liði
![]()
Geza við heiðrinum í hond á illa farna vøllinum - miðvallarin fer ikki at vaska blusuna (Mynd: Grimsby Town Football Club)
![]()
Føroyingurin vísti dygdir - við og uttan bólt
Grimsby hevur á Facebook-síðu sínari lýst tað sum "Another stand-out performance" from our #15" - enn einaferð er nummar 15 hjá okkum framúrskaandi.
Hoyr samrøðu við Geza David Turi her: Fer at goyma skitnu FA Cup-blusuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald